Annað

TB vann Bónusfinaluna fyri dreingir 14

TB-Ternan 2-1 (25-21, 22-25, 15-13).

2024-02-25 12:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

U14 dreingirnir hjá TB vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini leygardagin.

Ikki kann sigast annað, enn at dreingjasíðan í flogbóltinum á Tvøroyri hevur eina bjarta framtíð. Sama dag vunnu U12 dreingirnir teirra finalu í Bónuskappinini og U14 dreingirnir hava nú eisini vunnið hesa finaluna.

Talan var um sera tættan dyst, ímillum TB og Ternuna, har javnbrótari skuldi til, áðrenn TB fór avstað við einum teprum 2-1 signi.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Hans Jacob G. Petersen hjá TB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder