Eftir 0-4 ósigurin móti B36 í dag, hevur høvuðsvenjarin Michael Winter valt at takka fyri seg.
Hesum boðar TB frá í dag.
TB tapti seinnapartin 4-0 móti B36, og hetta er bara eitt vánaligt úrslit í røðini. Higartil hevur bara eydnast tvøramonnum at skava eitt stig saman.
- Hetta er sjálvandi keðiligt, sæð við TB-brillum, og broyting má onkursvegna koma í. Vanliga loysnin er altíð at fara eftir venjaranum og vita um til ber at fáa nýggjan vilja inn á liðið. Í hesum føri hevur venjarin sjálvur valt at siga seg úr starvi og felagið má nú leita eftir aðrari loysn.
- Hóast soltnu úrtøkuna, so hava vit í Michael havt ein venjara, ið altíð hevur givið alt hann hevur fyri felagið. Hann møtir altíð væl fyrireikaður, hann er einastandandi góður fyri felagsandan á liðnum og hevur hann ikki verið bleikur fyri at fara útum tað, ið er væntað av honum. Hann hevur gjørt ótrúliga nógv fyri okkara ungdóm og eru vit honum takksom fyri tað, í felagnum, sigur TB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald