Tað var eitt søguligt kvøld fyri Team Klaksvík í Bosnia og Hersegovina men tíverri ikki eitt so gott kvøld.
Ikki tí; Slobodan Tuzla var greiðir favorittur áðrenn, og Team Klaksvík var nakað betri við á máltalvuni í øðrum hálvleiki - fyri steðgin gekk illa at fáa mál. Munurin var tó samanlagt 11 mál, og verri var at Team Klaksvík misti lyklaspælara, sum verður úti í langa tíð.
Jens Pauli Poulsen var mest eyðsýndi spælarin síðsta kappingarár - serliga í seinnu hálvu. Høgi klaksvíkingurin var tó so óheppin at slíta krossbandið eftir nærdyst tíðliga í øðrum hálvleiki.
Jens Pauli Poulsen (nr.88) sleit krossband í øðrum knæi (Mynd: RK Sloboda)
Harvið er kappingarár hansara av eftir bert ein hálvleik. Stórur smeitur fyri Team Klaksvík og keðiligasti parturin av søguliga Europa Cup dystin.
Nýggi bakspælarin Brian Slyne gjørdist toppskjútti hjá føroyska liðnum við seks málum. Beinir Johannesen skoraði fýra. Team Klaksvík og Tuzla spæla aftur sunnudagin klokkan 14.
Brian Slyne (Mynd: RK Sloboda)
Sámal á Tjaldrafløtti (Mynd: RK Sloboda)
European Cup 1. umfar, fyrri dysturin
Tuzla, Bosnia og Hersegovina
Slobodan Tuzla - Team Klaksvík 30-19 (15-7)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald