Annað

Team Rynkeby á ferð í Føroyum

Í vikuskiftinum og í komandi viku fara súkklarnir, ið skuldi verið farnir til París í dag, at súkkla kring Føroyar.

Mynd: Team Rynkeby Føroyar

Mynd: Team Rynkeby Føroyar

2020-07-02 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, hósdagin 2. juli, skuldu súkklararnir og tænastutoymið hjá Team Rynkeby Føroyum byrja túrin, har París var endastøðin. Men hesin túrurin gjørdist av ongum orsakað av koronastøðuni.

Team Rynkeby byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri sjey árum síðan og boðar í dag frá at ístaðin fyri túrin til París, hava súkklararnir, ið hava vant hart seinastu mongu mánaðirnar, valt at fara eina rundferð í Føroyum.

- Hóast túrurin í Føroyum ikki verður so heitur og eksotiskur sum ætlað, eru súkklararnir klárir og við gott mót, nú nógvir av teimum fyri fyrstu ferð skulu royna at súkkla so long strekki í so nógvar dagar á rað. Tískil verða nógvar gular súkklur at síggja á vegnum teir næstu dagarnar, so heitt verður á bilførarar um at vera ansin og koyra varliga framvið súkklarunum.

Hetta boðar Team Rynkeby frá í tíðindaskrivi seinnapartin, har tað verður fegnast um og takkað  fyri stuðulin frá øllum fyritøkunum, felagsskapunum kommununum. Stuðulin fer fer óskerdur til børn við álvarsligum sjúkum.

Byrja í Suðuroynni leygardagin

Túrurin byrjar leygardagin 4.juli, tá ið súkklað verður í allari Suðuroynni. Sunnudagin 5.juli fer liðið í Eysturoynna og í Norðoyggjar. Mánadagin 6.juli verður súkklað í Streymoynni og Eysturoynni. Túrurin endar týsdagin 7.juli, tá ið leiðin gongur úr Streymoynni í Vágar og aftur í Streymoynna.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder