Annað

Team Rynkeby: Ferðin byrjar í Klaksvík

Hósdagin byrjar ferðin hjá Team Rynkeby Føroyum 2019 til París.

2019-06-26 10:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin byrjar ferðin hjá Team Rynkeby Føroyum 2019 til París. Sjálv ferðin byrjar við almennum tiltaki í Helnabrekku í Klaksvík fyrrapartin hósdagin. Síðani verður súkklað til Toftir, Saltangará og Oyrabakka, áðrenn Team Rynkeby Føroyar kemur til Havnar, har móttøka verður í Reinsarínum frá klokka 17.45.

Tað eru 54 súkklarar við á liðnum hjá Team Rynkeby Føroyum í ár. Tí koma vit at fylla eitt sindur á vegunum hósdagin, tá vit fara úr Klaksvík til Havnar. Vit steðga eisini á Toftum, Saltangará og Oyrabakka, har øll eru vælkomin at heilsa uppá.

Seinni um kvøldið fer alt Team Rynkeby Føroyar liðið umboð á Norrøna til Hirtshals. Team Rynkeby Føroyar kemur eftir ætlan á mál í franska høvðusstaðnum leygardagin 6. juli.

Skráin hjá Team Rynkeby Føroyum hósdagin:

10.30 til 11.15: (Klaksvík) Klaksvíkar kommuna bjóðar ábit inni í Helnabrekku. Rani Nolsøe spælir tónleik, umboð fyri Hjartabarn og Klaksvíkar kommunu halda røðu. Barnagarður handar gávu og Eyð Matras heldur røðu vegna Team Rynkeby Føroyar, áðrenn ferðin byrjar. Súkklað verður til Toftir umvegis Klaksvíkar Sjúkrahús.

13.05 til 13.35: (Toftir) Team Rynkeby Føroyar steðgar eina løtu í túnium hjá Bátafelagnum. Umboð fyri Nes Kommunu og lokalt umboð fyri Team Rynkeby Føroyar halda røðu.

13.50 til 14.20: (Saltangará) Betri bjóðar vælkomin og umboð fyri samtakið heldur røðu. Eisini verður ein kekkur handaður.

15.20 til 15.50: (Oyrabakki) Team Rynkeby Føroyar kemur til Eydnuna á Oyrabakka. Fyrst heldur umboð fyri Sunda Kommunu røðu, og síðani lokala umboðið fyri Team Rynkeby Føroyar, Alfred Johannesen.

17.45: (Tórshavn) Team Rynkeby Føroyar ferðaliðið kemur til Reinsaríið har borgarstjórin, Annika Olsen, tekur ímóti. Team Rynkeby Føroyar súkkarin, Marjun Danberg, heldur røðu vegna Beran, meðan liðskiparin á liðnum, Rúni Juul, eigur seinasta orðið.

- Team Rynkeby

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder