Ferðin til París hjá Team Rynkeby-súkklarunum varð í fjør avlýst vegna koronu, og so verður eisini í ár.
Í seinastu viku bleiv staðfest, at øll 59 liðini frá teimum átta londunum ikki við vissu náa at blíva koppsett áðrenn túrin til París. Frakland og Týskland eru hart rakt av triðju koronabylgjuni, og er hetta eisini ein av høvuðsorsøkunum, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.
51 súkklarar og 11 hjálparfólk skuldu fara við ferðalagnum úr Føroyum til París, men hendan ætlanin er sosatt broytt. Team Rynkeby Føroyar arbeiðir tí við einari aðrari loysn, sum ger, at liðið fer at súkkla í Danmark somu viku, sum túrurin til París skuldi verða.
Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til París hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald