Annað

Team Rynkeby vitjar á Torginum í morgin

Her er skráin hjá Team Rynkeby Føroyar í SMS í morgin.

Hòpurin hjá Team Rynkeby, sum í morgin verður í SMS, og sum í summar skal súkkla til París
(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

Hòpurin hjá Team Rynkeby, sum í morgin verður í SMS, og sum í summar skal súkkla til París (Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2019-02-15 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Team Rynkeby Føroyar boðar frá, at leygardagin verður tiltak á Torginum í SMS.

Har bjóðar Team Rynkeby øllum at koma at fregnast um virksemi hjá teimum. Umframt súkkling og tónleik, so verður eisini høvi at hoyra um arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum og um granskingarverkætlan við barnakrabba

 Skráin:

-11:00-11:10 Alfred Hummeland bjóðar vælkomin
-11:15-11:30 Kathrina L. Holm og Marjun Poulsen súkkla
-11:45-12:00 Berin: Birita Viderø heldur røðu
-12:00-12:15 Leivur Holm og Kim Morgan Ejdesgaard súkkla
-12:30-12:45 Tónleikur: Døgg Nónsgjógv framførir
-12:45-13:00 Rúni Juul, liðskipari hjá Team Rynkeby Føroyum, og súkklulegendan, Gunnar Dahl-Olsen súkkla
-13:15-13:30 Krabbameinsfelagið: Marner Fríðheim Kristiansen fortelur um granskingarverkætlan um barnakrabba
-13:30-13:45 Burturluta tvey gávukort á virði 1000,- stk
-13:45-14:00 Takk fyri

Í annaðkvøld hevur Team Rynkeby galladøgurða á Hotel Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder