Hondbóltur

Teir næstbestu hjá H71 vunnu í Klaksvík

Tapið við fýra málum í kvøld var ein stórur smeitur hjá klaksvíkingunum, sum nú skulu vinna í Hoyvík í síðsta umfari í bólkaspælinum fyri at hava møguleika at spæla seg víðari til hálvfinaluna í steypakappingini. Besta liðið hjá H71 vann á Neistanum.

Mark Lausen-Marcher, ið her fegnast um finalusigurin í European Championship fyri U19-landslið í august, var leikandi venjari hjá H71 2 og toppskjútti í kvøld

Mark Lausen-Marcher, ið her fegnast um finalusigurin í European Championship fyri U19-landslið í august, var leikandi venjari hjá H71 2 og toppskjútti í kvøld

2022-01-22 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2012 vann næstbesta liðið hjá hovíkingum seg í steypafinaluna, og H71 2 loypti í kvøld hvøkk á, tá liðið spældi sín fyrsta dyst í ársins steypakapping.

Eftir fimm minuttir í Klaksvík var 0-4 til hoyvíkingar. Um Team Klaksvík hevur undirmett útiliðið, skal ikki kunna verða staðfest, men heimaliðið kom ongantíð veruliga í gongd í fyrra hálvleiki, sum endaði 10-15.

Fjúrtan minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Beinir Johannesen til 19-19, og so kundi ein hugsa, at Team Klaksvík nú fór at fáa tamarhald á støðuni, og at eitt comeback, eins og móti Neistanum týskvøldið, fór at verða gjøgnumført.

So varð ikki. H71 legði seg á odda aftur nakrar minuttir seinni. Brend brotskøst og útvísing kostaði heimaliðnum, ið kom afturum við fýra málum og tapti eisini við fýra málum, 28-24.

Talan var um ein steypaskelk, og H71 2 skal um minni enn trý samdøgur stríðast við besta liðið hjá H71, sum fyrr í kvøld, sum væntað, vann á Neistanum. Útiliðið hekk væl til áleið miðskeiðis í seinna hálvleiki, men so fóru hoyvíkingar avstað, og teir í bláum fingu ongantíð av álvara fatur á.

H71 kann spæla seg víðari við sigri á sínum næstbesta liðið týskvøldið. Á næstbesta liðnum, sum í kvøld vann í Klaksvík vóru millum annað leikandi venjarin Mark Lausen-Marcher, ið gjørdist toppskjútti, Hallur Biskopstø, Sigmundur Dahl, fleiri ungir hoyvíkingar, og eisini fyrrverandi landsliðsleikarin úr Kollafirði, Niklas Reginsson.

Neistin og H71 skulu sunnudagin 30. januar spæla tað, sum helst verður avgerandi dysturin um annað plássið í bólkinum. Um Team Klaksvík tó vinnur í Hoyvík tann dagin, verður tað av álvara spenningur í um 2. plássið.

Faxe Kondi kappingin, menn - bólkur 1
22.01

Team Klaksvík - H71 2 24-28 (10-15)
Toppskjúttar: Valentino Valentakovic og Mark Lausen-Marcher 7 mál

H71 - Neistin 33-27 (17-15)
Toppskjúttar: Niklas Højgaard Hanusarson og Johannes Bjørgvin 6 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder