Fótbóltur

Televarpið vísir allar dystirnar í Conference League

Byrjað verður í Gundadali í kvøld beint áðrenn klokkan 19, tá B36 tekur ímóti Paide. Víkingur spælir í Andorra í morgin klokkan 16, og HB á Tórsvølli klokkan 19.

Bæði B36 og og HB byrja á heimavølli, og lagt er upp til tættar dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Bæði B36 og og HB byrja á heimavølli, og lagt er upp til tættar dystir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-12 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska summarið er farið í gongd, og í kvøld fer B36 á vøllin í Gundadali og skal royna at tryggja sær gott útgangsstøði til dystin í Estlandi. 

Sí eisini: 
Video: Seinast B36 tók ímóti liðið úr Estlandi
Dan Brimsvík: - Vit fara at royna at taka stafettina
Andras Johansen: - Hetta er ordiliga stórt fyri okkum

Televarpið sendir tann dystin og allar hinar í Conference League fyri eitt gjald - samanlagt seks dystir. Til heimadystirnar verður ein upptakt send á hálvan tíma, tað vil siga, at tað byrjar klokkan 18.30 í høvuðsstaðnum í kvøld og í morgin 

Seint seinnapartin í morgin ber til at fylgja við beinleiðis úr Andorra, har víkingarnir skulu royna seg.  

Sí eisini: Conference League: Víkingur er størsti føroyski favoritturin

Conference League 1. umfar
Í kvøld, mikudagin 12. juli
19.00: B36 - Paide Limmaskond (EST)

Í morgin, hósdagin 13. juli
16.00: Inter Clud d' Escaldes (AND) - Víkingur
19.00: HB - Derry City

Portalurin verður á staðnum til dystirnar í høvuðsstaðnum og hevur eisini tilfar úr Andorra.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder