Annað

Tennis hevur fingið nýggjar umstøður

Hátíðarhald var á tennisvøllinum í Gundadali leygardagin.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-24 13:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin var hátíðarhald í Gundatali, nú fyrsta stigið at betra um umstøðurnar hjá tennis er liðugt.

Graslíki er lagt á verandi vøllir, og síðani verður farið undir at seta ljóssteyrar upp, so leikararnir kunnu spæla tennis alt árið.

- Hetta er ein stórur dagur fyri tennis í Føroyum. Í nærum 30 ár hava umstøðurnar hjá hesi ítróttargrein verið nærum óbroyttar. Tí fegnast vit øll í dag, nú tennis í Tórshavnar kommunu av álvara verður lyft upp á nýggjar hæddir. Seinastu tíðina hava vit sæð hesa stásiligu fløtuna taka skap. Karmar, sum fara at flyta hesa ítrótt fram á leið, segði Annika Olsen, borgarstjóri á hátíðarhaldinum.

Verandi undirlag varð lagt á vøllin, tá ið hesin varð gjørdur í 1990. Undirlagið hevur tískil næstan 30 ár á baki og hevur tænt fyri seg. Nýggja undirlagið er gjørt úr graslíki við sandi eins og fótbóltsvallir. Nýggja undirlagið hevur fleiri fyrimunir framum gamla undirlagið, sum var úr gummi. Til dømis verður nú møguligt at spæla tennis, hóast vøllurin er vátur.

Hetta var ikki møguligt á gamla undirlagnum. Váttliga føroyska veðurlagið hevur tískil verið ein stór avmarking fyri, hvussu nógv vallirnir hava verið brúktir, og nær spælast kann á teimum. Nýggja undirlagið leingir tíðarskeiðið, har spælast kann á vøllinum, og tað fer at leingja kappingarárið munandi. Hetta eru stór framstig, og umstøðurnar at spæla tennis eru tískil munandi betri enn áður, skrivar Havnar Tennisfelag um nýggja vøllin.

Ljósmastrar og felagshús skulu setast upp við vøllin.Eftir ætlan verður hetta gjørt skjótast gjørligt og í seinasta lagi í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder