Annað

Tennisfelagið setir venjara

Argentii fer at hava regluligar venjingar fyri bæði børn og vaksin á tennisvallunum í Gundadali.

Frá vinstru: Julian J. Johansen, formaður í Havnar Tennisfelag, Pablo Merin, klub- og landsliðsvenjari, Stefan í Skorini, formaður í Tennissambandi Føroya

Frá vinstru: Julian J. Johansen, formaður í Havnar Tennisfelag, Pablo Merin, klub- og landsliðsvenjari, Stefan í Skorini, formaður í Tennissambandi Føroya

2019-03-19 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnar Tennisfelag og Tennissamband Føroya hava í felag skrivað sáttmála við Pablo Merin fyri alt 2019. Pablo kemur bæði at vera klubvenjari og landsliðsvenjari.

Pablo Merin, ið er ættaður úr Argentina, kemur at standa fyri regluligum venjingum fyri bæði børnum og eldri á vallunum í Gundadali. Fyrsta venjingin verður fyrst í apríl.

Umframt at vera klubvenjari fyri Havnar Tennisfelag, verður Pablo Merin eisini landsliðsvenjari. Oyggjaleikirnir á Gibraltar standa fyri framman. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og landsliðið verður úttikið í næstum.

Spennandi ætlanir eru annars fyri framman hjá tennisítróttini. Ætlanin er at skifta undirlagið á vallunum í Gundadali út við grasslíki, ið hóskar seg betur til veðurlagið her heima. Ljósmastrar skulu setast upp, so spælast kann longur út á árið. Og eisini er ætlanin at byggja eitt felagshús, sum m.a. vil gera tað høgligari at spæla tennis og styrkja um felagskapin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder