Fótbóltur

Teresa Jacobsen og Sólja Ernstdóttir úttiknar til A-landsliðið á fyrsta sinni

Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia - talan er um seinastu dystirnar í hesi kappingini, har Føroyar eru á 2. plássi í bólkinum.

Sólja Ernstdóttir hevur higartil í ár skorað fimm mál fyri KÍ í landskappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sólja Ernstdóttir hevur higartil í ár skorað fimm mál fyri KÍ í landskappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-15 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni í mánaðinum skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Fríggjadagin 30. mai
spæla í Moldova, og fýra dagar seinni,  týsdagin 3. juni, endar hesin Nations League-bólkurin, tá Føroyar og Slovakia UEFA Nations League spæla á Tórsvølli.

Eftir fýra umfør hava Føroyar níggju stig: Liðið evur vunnið tvær ferðir á Gibraltar og einaferð á Moldova. Einasta tapið kom í Slovakia í 1. umfari, sum var í februar. Har endaði tað 3-0.

Slovakia er ósigrað oddalið í bólkinum, so talan verður um eina stóra og spennandi uppgávu 3. juni. Tað verður eisini ein long ferð til og frá Moldova áðrenn.

Fótbóltssamband Føroya kunnar í dag um, at hópurin til hesar uppgávur er nú kunngjørdur.

Í mun til fyrr í ár, tá fyrst Vaborg Østerø og síðani Eyðgerð Berg vóru við sum eykamálverji, verður tað nú unga Gunnvá Lutzen. Síðani eru eisini tvær 18-ára gamlar uttiknar, sum  ikki hava verið partur av A-landsliðnum áður.

Talan er um Teresu Jacobsen úr HB og Sólju Ernstdóttir úr KÍ. Tær hava gjørt vart við seg í Betrideildini og á ungdómslandsliðnum seinastu árini. Báðar vóru við U19 í Moldova herfyri, tá Føroyar vunnu sín undankappingarbólk og komu upp í A-undankappingina.

[object Object]
Verjuspælarin Teresa Jacobsen í tvídysti móti NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin:
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Caroline Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)

Atgongumerki til Føroyar - Slovakia fáast í nethandilinum á fsf.fo og á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder