Annað

Teresa setti føroyskt met í hæddarlopi

Farna vikuskifit kappaðust 25 føroyskir ungdómar í Íslandi.

Mynd: Bragdið

Mynd: Bragdið

2019-01-28 10:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Farna vikuskifit vóru 25 ungdómar úr Bragdinum (12) , Hvirluni (9), Treystinum (3) og Roysninum (1) við í kappingini “Stórmót ÍR” í Laugardalshøllini í Reykjavík. Tað hevur verið siðvenja síðani 2007 at føroyingar luttaka í innandurakappingum í Íslandi í januar mánað. Øll undanfarin ár eru tey komin aftur við góðum úrslitum og hesaferð var onki undantak. Nógv sera góð avrik vóru at síggja og ofta stóðu føroyingar á sigurspallinum.

Føroyskt met í hæddalopi
Í hæddarlopi hjá kvinnum setti Teresa F. Bláhamar føroyskt met tá hon kom uppum 1,56m, skrivar Fræslur Ítróttur Føroyar á heimasíðuni. Innandurametið frammandundan áttu hon sjálv og Bára J. Glerfoss og var tað 1,50m.

Nógv bólkamet og persónlig met
Á heimasíðuni hjá Bragdinum og Hvirluni dagur 1 og dagur 2,  kann lesast hvussu teirra einstøku íðkarar stóðu seg.

Øll úrslitini frá kappingini eru at finna her: Úrslit Stórmót ÍR 2019 .

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder