Tey niðastu skulu nú royna at koma á talvuna

ÍF tekur ímóti 07 Vestur klokkan 15, og B68 og EB/Streymur bresta saman í Streymnesi klokkan 17. Tað tykist, sum tað longu er nógv uppá spæl.

Boubacar Dabo er nú í EB/Streymi - sum skilst eru loyvini uppá pláss til týdningarmikla dystin í dad. Jóhann Hansson Joensen, ið her roynir at støða Dabo, spælir nú í reyðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boubacar Dabo er nú í EB/Streymi - sum skilst eru loyvini uppá pláss til týdningarmikla dystin í dad. Jóhann Hansson Joensen, ið her roynir at støða Dabo, spælir nú í reyðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-17 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 2. umfari í Betrideildini eru á skránni í dag.

Betrideildin 2. umfar
Í dag - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68

Støðan:
1.B36 6 stig *
2.Víkingur 6 stig *
3.KÍ 3 stig *
4.NSÍ 3 stig *
5.Skála 3 stig *
6.HB stig 3 *
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

* Ein dyst fleiri

Sum sæst, so er talan um tey fýra liðini, ið einki stig hava enn. Teyr hava tó bert spælt ein dyst hvør, og eftir uppgerðirnar í dag vera vit nakað klókari uppá liðini.

ÍF tapti stórt fyri KÍ í 1. umfari, men tað var í serliga heimadystum móti hinum botn-fimm liðunum, at fuglfirðingar vunnu sær neyðugu stigini í fjør. Hvønn bólk á stigatalvuni 07 Vestur fer at hoyra til í 2024 er ilt at siga. Liðið hevur tó fingið tíggju útlendskar spælarar inn í vetur, og nú beint áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, kom sáttmáli við Sonna Ragnar Nattestad uppá pláss.

Sí eisini: Sonni Ragnar aftur í 07 Vestur

Tað kann verða rættiliga áhugavert at síggja serliga hann og Frederik Holst - fyrrverandi Brøndby-miðvallaran - í Fuglafirði í dag, og annars hvussu liðið hongur saman. Víkingur var væl omaná í 1. umfari, men tað er helst í slíkum dystum sum seinnapartin, at 07 Vestur skal vísa styrki. Hjá ÍF hevur Jhon Mena ikki fingið loyvini uppá pláss aftur enn.

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad saman við Stefani Landro (Mynd: 07 Vestur)

[object Object]
Uros Stojanov var í fjør í 07 Vestur - nú er hann aftur í ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinasti dysturin í umfarinum verður spældur í Streymnesi, har EB/Streymur í ár hevur heimavøll. Hann er ógvuliga áhugaverdur á pappírinum. B68 og EB/Streymur taptu bæði 3-0 í fyrsta umfari, og fyri EB/Streym var tað longu eitt mist fet í einum møguligum botnstríðið.

Mikkjal Hellisá fekk eisini reytt kort á Skála - nú er Andras Olsen so aftur í miðverjuni. Boubacar Dabo, sum seinastu tvey árini hevur havt heimavøll á Toftum, hevur sum skilst fingið loyvini uppá pláss. B68 skal nú prógva seg móti einum liði, sum meira er ein javnlíki enn B36 er.

Dysturin millum liðini hjá Sigfríði Clementsen og Jákupi á Borg byrjar klokkan 17 - tann í Fuglafirði verður bríkslaður í gongd klokkan 15. Portalurin hevur dystarfrásagnir frá báðum. Til ber eisini at fylgja gongdini samstundis á forsíðu okkara -i samstarvi við dystir.fo. Televarpið vísir dystirnar.

Betrideildin 2. umfar - hini dystirnir
Í dag - leygardagin 16.03
NSÍ - Skála (3-1)
16' Petur Knudsen (Steffan Løkin) 1-0
27' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 2-0
65' Djóni Jansson Petersen 2-1
69' Petur Knudsen 3-1

Les eisini: Petur og NSÍ syftu Skála

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0

Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ (90') - tvey gul

Sí eisini: 
Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ
Myndir: B36 tamdi trífaldu føroyameistarunum

Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Sí eisini: 
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder