Fótbóltur

Thomas Tuchel fingið sekkin í PSG

Franska stórfelagið arbeiðir nú við at fáa Pochettino at taka yvir, skriva franskir og týskir miðlar.

Thomas Tuchel (Mynd: EPA)

Thomas Tuchel (Mynd: EPA)

2020-12-24 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at týski venjarin hjá franska fótbóltsfelagnum Paris Saint-Germain, Thomas Tuchel, hevur fingið sekkin.

Tað var týska Sky Sports, sum í morgun bar tíðindini um, at Tuchel er koyrdur sum venjari í franska stórfelagnum.

PSG liggur í løtuni á triðja plássi í Ligue 1, eitt stig aftanfyri oddaliðið, Lyon.

Høvuðsstaðarfelagið hevur annars verið einaráðandi í fronskum fótbólti hesi seinastu árini, men ikki í ár. 35 stig fyri 17 dystir í ár er eftir øllum at døma ikki nóg gott fyri felagið, sum nú sleppir sær av við Thomas Tuchel.

Sambært týska miðlinum Bild fekk Tuchel boðini í gjárkvøldið. 47 ára gamli Thomas Tuchel hevur staðið á odda fyri PSG síðan á sumri 2018. Áðren tað var hann venjari hjá bundesligafelagnum Borussia Dortmund

Tað frættist, at PSG roynir at fáa fyrrverandi venjaran hjá Tottenham, argentinska Mauricio Pochettino, at taka yvir. Pochettino spældi í síni tíð sjálvur eitt skifti við Paris Saint-Germain. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder