Annað

Tiger Woods vann sín fyrsta major í 11 ár

Hetta var fimtandu ferð at Tiger Woods vinnur ein major.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-15 14:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein av heimsins bestu golfleikarum nakrantíð, Tiger Woods, vann sín fyrsta major í 11 ár, tá hann í gjár vann US Masters.

43 ára gamli amerikumaðurin endaði við 13 sløgum undir par, sum var færri enn Dustin Johnson, Brooks Koepka og Xnader Schauffele, sum allir endaðu á øðrum plássi.

- Eg eri ovfarin av hesum orsaka at tí sum hendi. Eg kundi illa ganga, eg fekk ikki sovið. Fekk ikki gingið. Eg fekk ikki gjørt nakað yvirhøvur. Eg var bara heppin at kunna spæla aftur, segði Tiger Woods við AFP.

Tiger Woods hevur havt stóra pínu í rygginum og knænum, og hetta hevði við sær ein stóran steðg í yvirkisleiðini.

Við sigrinum í gjár hevur Tiger Woods nú vunnið fimtan majors. Hetta er næst flest nakrantíð. Bert Jack Nicklaus hevur vunnið fleiri majors við sínum átjan.

Seinast Tiger Woods vann ein major var í US Open í juni 2008. Hetta er fimtu ferð at hann vinnur US Masters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder