Klokkan 14.00 í dag verður fyrsti leikurin fluttur í umdystinum um FM-heitið í talvi millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Telvað verður soleiðis:
1. Kviktelving
Telvararnir hava 25 minuttir hvør umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Stendur á jøvnum eftir kvkikkappingina, verður farið víðari.
2. Snartelving
Telvararnir fáa tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik.
3. Armageddon
Endar snartelvingin eisini jøvn, fer avgerðin at falla í sonevndum Armageddon-talvi. Tá fær hvítur seks minuttir og svartur fimm minuttir. Endar talvið javnt, vinnur telvarin við svarta fólkinum.
Tíggjundi FM-umdysturin
Síðani farið var undir regluligar FM-kappingar í talvi fyri einstaklingar í 1972, er hetta tíggjunda ferðin, at tað stendur á jøvnum í oddanum millum tveir ella fleiri telvarar, soleiðis at neyðugt er við umdysti at kjósa vinnaran.
Her sæst yvirlitið yvir undanfarnar FM-finalur - vinnarin settur við feitum stavum.
1976 Luitjen Apol HT - Petur Eli Mikkelsen GT
1978 John Jacobsen VT - Símun Absalonsen KTF
1979 Jens Chr. Hansen TT - Jóan P. Midjord HT
1996 Rógvi W. Rasmussen HT - Torkil Nielsen ST
1998 John Rødgård VT - Heini Olsen KTF
2000 Flóvin Tór Næs HT - John Rødgaard VT & Torbjørn Thomsen KT
2003 Martin Poulsen HT - Flóvin Tór Næs HT & Ólavur Simonsen KTF
2005 Carl Eli N. Samuelsen VT - Martin Poulsen HT
2007 John Rødgård VT - Martin Poulsen HT
Fylgjast kann við finaluni í dag leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.
Telvað verður í Løkshøll í Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald