Annað

Tignarlig luttøka á Tórshavnar Bridgefestivali

Donsku barónshjúnini Frederik og Birgit Wedell-Wedellsborg hava boðað frá luttøku.

Í ár var Tórshavnar Bridgefestivalur spældur í Öström - næsta ár verður hann á Hotel Føroyum

Í ár var Tórshavnar Bridgefestivalur spældur í Öström - næsta ár verður hann á Hotel Føroyum

2019-10-23 21:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í døgunum 6. og 7. mars næsta ár verður Tórshavnar Bridgefestivalur hildin í Føroyum á øðrum sinni. Stóra altjóða bridgekappingin verður á Hotel Føroyum.

Og áhugin er stórur at vera við. Í løtuni eru 48 pør meldað til, men helst verða tað væl fleiri, tá samanum kemur, tí freistin at boða frá luttøku er ikki fyrr enn í februar. Eitt hámart á 100 pør er sett fyri kappingina.

Tórshavnar Bridgefestivalur varð hildin í fjør á fyrsta sinni. Hetta er ein roynd at fáa eina árliga bridgekapping á høgum altjóða støði til Føroya, og tað tykist sum um verkætlanin kemur at lukkast, sæð út frá áhuganum.

Millum donsku luttakararnir eru barónshjúnini Frederik og Birgit Wedell-Wedellsborg, sum eru millum nærmastu vinir hjá Margretu drotning og Heindriki prinsi, sála.

Luttakaralistin røkkur tó ikki enn út um Norðurlond, tó at fyrispurningar hava verið úr bæði Russlandi, Skotlandi, Fraklandi og Ísrael. Higartil eru flest føroyingar tilmeldaðir, men eisini heilt fitt av íslendingum umframt danir og finnar.

Og tað eru ikki einans hábærslig eftirnøvn við barón og barónessu titlum við. Eisini fyrrverandi heimsmeistarar eru við.

Eitt nú Jón Baldursson úr Íslandi, sum á Tórshavn Bridgefestivali fer at spæla saman við Dánjal Paula (Balla) Mohr. Jón Baldursson er nýliga innlimaður í Hall of Fame innan bridgeítróttina. Ein annar fyrrverandi heimsmeistari er Aðalsteinn Jørgensen. Tveir av donsku luttakarunum hava eisini fyrr vunnið heimsmeistaraheitið sum ungdómsspælarar.

Á fyrsta bridgefestivalinum vann Bogi Simonsen saman við íslendska makkaranum, Bjarna Hólmar Einarsson. Teir eru við aftur í ár. 

Meira kann frættast  á Facebook-síðuni hjá Tórshavnar Bridgefestivali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder