Tað gekst væl hjá GOG og Óla Mittún í seinnu hálvu av oktober og inn í fyrstu vikuna av oktober. Í hesum tíðarsekiðnum vann felagið av Fjóni millum annað á PSG í París, har ungi føroyingurin veruliga glógvaði.
Sí eisini: Óli Mittún var vikunnar spælari í Champions League
Seinastu smáu tríggjar vikurnar hevur tó gingið minni væl hjá GOG, sum hevur tapt ein av fimm dystum - í kvøld vitjar ein evropeiskur risi í Svendborg.
Barcelona er so at siga fastur gestur í Final Four, og nú skulu Óli Mittún og teir royna seg móti Dika Mem, Emil Nielsen, Ludovic Fabregas og øðrum heimsstjørnum.
Liðið úr Katelónia liggur á 2. plássi í bólkinum. Tvey tey ovastu av teimum átta liðnum fara beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar í fremstu evropeisku kappingini.
GOG er á 6. plássinum, sum er minsta mark fyri at røkka play-off umfarinum (1/8-finalunum). Talan er um 9. umfari av teimum 14.
Dysturin í Danmark byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð og sæst á DR2 og DR TV.
Klokkan 19.45 spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin. Teir hava fult stigatal í hinum bólkinum - dysturin móti Veszprem í kvøld sæst tíverri bert á stroymingartænastum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald