Fótbóltur

Til reiðar til bólk 2 í EM-undankappingini eftir tveir sigrar

Føroysku kvinnurnar gjørdu arbeiðið liðugt við 29-25 sigri á Ísrael, hóast eitt tíðaskeið í 2. hálvleiki sá minni gott út. Harvið er greitt, at Føroyar í heyst og í vár skulu spæla fleiri undankappingardystir.

Fegnir føroyingar eftir sigurin (Mynd: Sverri Egholm)

Fegnir føroyingar eftir sigurin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-06 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. oktober skal føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spæla í Rumenia, og tríggjar ella fýra dagar seinni taka Føroyar ímóti Danmark. Síðani eru heima- og útidystur á skránni móti Eysturríki í mars, og í apríl vitjar Rumenia, áðrenn punktum verður sett í Danmark.

Alt hetta er endaliga greitt, eftir at Føroyar tíðliga í kvøld tryggjaðu sær ein 29-25 sigur á Ísrael í høllini á Hálsi, har trý-landakapping hevur verið í viksukftinum. Talan er um fyrsta stigið í undankappingini til EM 2022, og har vóru føroysku kvinnurnar sterkast.

[object Object]
Súna Krossteig Hansen, Bjarta Osberg Johansen og Durita Christopersen Jojic fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Turið Arge Sameulsen, ið spældi ein frálíkan fyrra hálvleik, saman við Bjartu og Marionnu G. Eystberg. Tær hava spælt nógv saman í Kyndli


Flúgvandi føroysk byrjan – vongleikarar í hopla

Setingurin var greiður undan dystinum í dag: Føroyar spældu seg víðari við sigri ella javnleiki. Í mun til dystin móti Finnlandi fríggjakvøldið, løgdu tær føroysku út sum eitt óløgi, og tá 11 minuttir vóru leiktir, var støðan 7-2. Tær hjá Finnalndi, ið vónaði at Ísrael vann við fýra málum ella færri, so at Finnland spældi seg víðari, sótu hjálparsleysar og tóktust at hava "givið upp". Ísrael skuldi vinna við minst fimm málum, so tað sá meira ella minni vónleyst út. Útiliðið gjørdi ov nógv teknisk mistøk í álopsspælinum, og verjan var ov opin.

Tað var serliga ferðin í føroyska álops- og kontraspælinum, ið gjørdi munin fyrstu løtuna. Turið Arge Samuelsen, ið einki mál skoraði fríggjakvøldið, var flúgvandi; um hon so leyp inn úr rímiliga spískum ella kom við ferð av vonginum í kontraálopum eitt í slag av yvirgongd. Nummar ellivu skoraði fýra útav teimum fyrstu seks føroysku málunum og vann eisini tvey brotskøst í fyrra hálvleiki. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevði skorað hini bæði føroysku málini, tá seks vórðu skotin, og samanlagt fingu Føroyar tólv mál av vongplássunum í kvøld – fríggjakvøldið var talan um fýra.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Ferð, styrki, timing og tryggleiki - tað var yvirskiftin hjá føroysku vongleikarunum - serliga fyrstu løtuna

Gott álopsspæl – gott tamarhald á

Ísrael kom betri inn í dystin, og munurin var tvey mál tríggjar ferðir í hálvleikinum. Serliga var tað vinstra álopssíðan hjá Ísrael við Shira Eden Vakrat á odda, sum eydnaðist væl. Vakrat skoraði níggju mál og gav ígjgnum dystin føroysku verjuni høvubrýggj. Annika Fríðheim Petersen byrjaði dystin heilt væl, men so fekk verjan størri trupulleikar, og Annika, ið stóð heilt væl fríggjakvøldið, fekk ikki fatur á aftur. Móti endanum av fyrra hálvleiki fóru Føroyar frá aftur. Millum annað tí at Maria Halsdóttir Weyhe kom væl inn og skoraði tvey mál og Marianna Geirsdóttir Eystberg eisini kom inn og kom skjótt í gongd.

Sí eisini: (Video) Bára: Ikki so nógv uppá seg at skora uppá brotskøstini í dag

Sum heild fleyt álopsspælið væl – um so tað var Maria ella Bára Krossteig Hansen, ið var spælskipari.Tað eydnaðist í teimum flestu álopunum at spæla seg til rímiliga opnar ella opnar møguleikar, og føroyska liðið fekk skora úr nógvum ymsum støðum; níggju ymiskar málskjúttar vóru eisini. Í nøkrum førum, tá tað ikki eydnaðist at fáa skot á, so vunnu tær føroysku brotskøst. Talan var um seks av slagnum, og Bára Hansen setti øll ógvuliga trygt í netið. Hon gjørdist eisini toppskjútti í dystinum. Yngra systurin hevði eisini í kvøld ein týðandi leiklut í álopsspælinum. Súna Krossteig Hansen var darvað av "Jumper's knee"í vinstra knæðið alt síðsta kappingar, og hevur yvirbelastað hitt knæðið. Fríggjakvøldið fekk hon heilt illa runnið, men gjørdi mun í 2. hálvleiki og í kvøld hevði Súna flest upplegg á føryska liðnum – er skrásett fyri seks av slagnum.

[object Object]
Føroyski spælskiparin og toppskjúttin, Bára K. Hansen

[object Object]

Súna K. Hansen í einum av mongum dystum við ísraelsku verjuna (Myndir: Sverri Egholm)

Hurlivasi áðrenn avgerandi løtuna


Tað var ein løta miðskeiðis í 2. hálvleiki, har Føroyar misti tamarhaldið á støðuni. Frá tí tað var 22-15, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir, skoraði Ísrael seks mál á rað og uppá seks minuttir fór munurin frá sjey niður í eitt mál. Hesa løtuna hekk verjan als ikki saman, Føroyar fingu ikki mál, og fleiri bóltar vórðu kastaðir burtur. Eitt time-out varð tikið, og Føroyar fingu tingini á rætt kjøl aftur. Skjótt var munurin uppi á 3-4 málum aftur, og tað endaði við, at liðið hjá Dragani Brljevic og Finni Hanssyni vann við fýra málum á Ísrael.

Harvið kundu tey í føroysku leguni fegnast og spakuliga byrja at síggja fram ímóti dystunum í heyst. Talan er um ein sera umráðandi møguleika fyri føroyska kvinnulandsliðið – annars høvdu ongar veruligar avbjóðingar verið komandi árið.

Myndir frá dystinum


EM undan-undankapping
Høllin á Hálsi, 06.06
Føroyar - Ísrael 29-25 (15-11)

Dystargongdin:
5 min: 4-1
10 min: 6-2
15 min: 8-5
20 min: 10-7
25 min: 11-9
35 min: 17-13
40 min: 21-15
45 min: 22-20
50 min: 24-21
55 min: 27-22

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Bára Krossteig Hansen 7 (6) mál
Turið Arge Samuelsen 5 mál
Marianna Geirdóttir Eystberg 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Bjarta Osberg Johansen 3 mál
Súna Krossteig Hansen 2 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 2 mál
Durita Christophersen Jojic 1 mál
Guðrið Ellingsgaard 1 mál

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 4
Margit Weihe Fríðmundsdóttir 2



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder