Tað var ikki bara 4x100 metra boðrenningin, har metið varð tikið í FM kappingini í frælsum ítróttum á Tórsbreyt í Havn um vikuskiftið.
Sama lið tók eisini føroyska metið í longru boðrenningini, 4 ferðir 400 metrar.
Les eisini: Elsta metið á rennibreyt tikið um vikuskiftið
Metið í 4x100 metrum varð tikið leygardagin. Men sunnudagin endurtóku teir fýra rennararnir úr Hvirluni, Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha og Tórur Mortensen, bragdið. Teir runnu tey fýra umførini á rennibreytini í tíðini 3 minuttir og 36,67, sum er nýtt føroyskt met.
Gamla metið var á 3 minuttir og 37,05, sum Jógvan K. Glerfoss, Regin Reinert, Sølvi Reinert Hansen og Debes H. Christiansen settu á oyggjaleikunum í Álandi í 1991.
Lydia Simonsen (Mynd: Hvirlan)
Tók egið met tríggjar ferðir
Hvirluíðkarar settu fleiri met í FM-kappingini um vikuskiftið, skrivar heimasíðan hjá Frælsum Ítróttum Føroya, athletics.fo.
Sunniva Bogadóttir eigur nú føroyska metið í spjótkasti fyri kvinnur. Hon kastaði spjótið 38,46 metrar um vikuskiftið, og tað er væl longri enn gamla metið hjá Randi Kúrberg frá 2007, sum var 36,70.
Metið hjá Randi Kúrberg var tað elsta metið í frælsum ítróttum fyri kvinnur. Hjá monnunum hinvegin eru fleiri met frá 1990’unum, sum standa enn.
Fjórða metið, sum varð sett undir FM um vikuskiftið var í skúluvarpi, har Lydia Simonsen í trimum umførum varpaði kúluna longri enn metið, ið hon sjálv setti á oyggjaleikunum í Gibraltar. Tá varpaði hon kúluna 11,18 metrar, ið røkk til eitt bronsuheiðursmerki.
Nú varpaði hon fyrst 11,22, síðan 11,58 og so 11,78 metrar, ið er nýggja føroyska metið.
Úrslitini í FM í frælsum ítróttum sæst her
Sunniva Bogadóttir (Mynd: Hvirlan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald