Stigamunurin í oddinum í Betri deildini hjá monnum er nærum hin sami sum tá sjeynda umfar í dag klokkan 15 var bríkslað í gongd.
Dystirnir vóru soleiðis í dag, at tey, sum man undan kappingarbyrjan metti at vera topp-fimm lið spældu ímóti botn-fimm liðunum, og hóast onkur óvæntað støða helt sær eina løtu, kom einki óvæntað úrslit.
Á Tórsvølli varð spennandi eina løtu tá Símun Sólheim minkaði um munin fyri EB/Streym til 2-1 til heimaliðið, og tá Ragnar Samuelsen løtu seinni sá reytt og mátti av vølli. Fleiri mál komu kortini ikki, og B36 vann dystin 2-1.
Eisini ÍF leyp hvøkk á eitt topp-fimm lið, tá Jan Ellingsgaard javnaði til 1-1 eftir spæl í 25 minuttir. Tað helt ikki leingi, tí lítla løtu seinni var Jens Joensen óheppin og koydi bóltin í egið mál. KÍ vann dystin 4-1.
Á Svangaskarði gekk leingi áðrenn hol kom á. Ikki fyrr enn 69 minuttir vóru leiktir, legði Mikkel Elbæk Jakobsen runavíkingar á odda. Og í einari roynd at rudda bóltin burtur, setti Oddur Højgaard hjá NSÍ bóltin í egið mál, og gjørdi støðuna til 1-1. Eitt stig hevði verið kærkomið hjá B68, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni, men soleiðis skuldi ikki vera. Dysturin varð avgjørdur við einum sjálvmáli frá B68 í 87. minutti, og úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ.
Víkingar vóru á vitjan á Dungasandi í Sørvági. Tíðliga í dystinum leyp Predrag Jeremic hvøkk á felagsliðið í Gøtu og Leirvík, tá hann legði 07 Vestur á odda 1-0. Gleðin var stokkutt, tí upp á eitt korter skoraði Andreas Lava Olsen hatrikk, og legði Viking á odda 3-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Vágamenn komu væl út til seinna hálvleik, og tá ein góður tími var leiktur bragdaði við máli frá Martin Heilberg Pettersen. Lítla løtu aftaná kom 07 Vestur aftur í eina góða støðu í brotsteiginum hjá Víkingi, men tað var í hinari síðuni, at avgerandi málið kom. Tað var frá Sølva Vatnhamar eftir 68 minuttir. 4-2 til Víking.
Í Trongisvági, har HB var á vitjan hjá TB, var eingin ivi. Greipuvinnararnir frá í fjør vunnu 4-0 móti tveimum svørtu og hvítu, sum liggja aftast í deildini við bara einum stigi.
Úrslit í dag
TB - HB 0-4 (0-2)
5’ Adrian Justinussen 0-1
19’ Mikkel Dahl 0-2
67’ Stefan Radosavljevic 0-3
86’ Adrian Justinussen 0-4
B36 - EB/Streymur 2-1 (2-0)
10’ Bjarki Nielsen 1-0
20’ Brian Jacobsen 2-0
78’ Símun Sólheim 2-1
ÍF - KÍ 1-4 (1-2)
8’ Páll A. Klettskarð 0-1
24’ Jan Ó. Ellingsgaard 1-1
29’ Sjálvmál 1-2
38’ Jasper Van der Hayden 1-3
90’ Jonn Johannesen 1-4
B68 - NSÍ 1-2 (0-0)
69’ Mikkel Elbæk Jacobsen 0-1
82’ Sjálvmál 1-1
86’ Sjálvmál 1-2
07 Vestur - Víkingur 2-4 (1-3)
8’ Predrag Jeremic 1-0
17’ Andreas Lava Olsen 1-1
22’ Andreas Lava Olsen 1-2
32’ Andreas Lava Olsen 1-3
64’ Martin Heilberg Pettersen 2-3
68’ Sølvi Vatnhamar 2-4
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ (18 stig)
2. HB (13 stig)
3. NSÍ (12 stig)
4. Víkingur (11 stig)
5. B36 (9 stig)
6. ÍF (7 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)
8. EB/Streymur (5 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)
Næsta umfar
Útsetta fjórða umfar verður leikt mikudagin 28. apríl. Tá verður leikt soleiðis:
TB-B36 (16:00)
KÍ-HB (19:00)
B68-ÍF (19:00)
07 Vestur-EB/Streymur (19:00)
NSÍ-Víkingur (19:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald