Annað

Toppdystur í talvi seinnapartin

Fimta umfar í landskappingini í talvi verður í Vestmanna – Mest spennandi dysturin í dag stendur millum fremstu liðini í 1. deild, Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-22 12:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmnanna í stórum felagsumfari.

Mest spennandi dysturin í dag stendur millum fremstu liðini í 1. deild, Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

Vágamenn hava longu vunnið sær høgliga leiðslu. Heldur jánkasliga byrjanin hjá meistaraliðnum úr Havn ber í sær, at sandavágsmenn eru farnir hálvtfjórða stig undan argasta kappingarneytanum. Skulu havnarmenn gera sær tankar um at endurvinna FM-heitið í ár, mugu teir helst vinna dystin í dag, soleiðis at tað í fyrsta lagi styttist nakað millum oddaliðini.

Ein ávísur spenningur er um, hvussu liðini manna seg til hesar týðandi innanhýsis dystirnar.

Hóast Havnar Telvingarfelag hevur heldur størri úrval av javnt góðum telvarum, hevur stóra takið hjá teimum verið at fáa teir at telva saman. Teir plaga kortini at brynja seg væl til dystirnar móti nettupp Sandavági.

Vágamenn hava aloftast sínar menn tøkar, tá dystir eru. Í ár sæst nýtt navn á styrkilistanum. John Arni Nilssen, føroyskur altjóða meistari, stendur sum nummar trý á listanum hjá Sandavágs Talvfelag, men hann hevur ikki verið við enn. John Arni, sum í fleiri ár var sterkasti føroyski telvari, býr í Danmark og hevur ikki telvað í føroysku landskappingini í mong harrans ár. Onnur broyting hjá sandavágsmonnum er, at brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava gjørt eitt sínamillum býti á fremru borðunum. Høgni, sum hevur hægri styrkital og er føroyameistari, situr nú á øðrum borði, og Rógvi á fyrsta borði.

Dystirnir í 1. deild í dag og støðan í deildini:

5. umfar (22.11)
Havnin-Sandavágur
Havnin B-Klaksvík
Klaksvík B-Kollafjørður

Støðan í 1. deild
Sandavágur 12½
Havnin 9
Kollafjørður 7
Klaksvík B 7
Havnin B 6


Hinar deildirnar

Í 2. deild eru vestmenningar klárt á odda. Støðan í toppinum er henda:

2. deild (toppurin)
Vestmanna 13½
Klaksvík 8
Sandavágur 7½

3. deild (1. bólkur)
Sandavágur 12
Gøta 10½
Kollafjørður 8½

3. deild (2. bólkur)
Toftir 12
Rókur 11
Vestmanna 9½

Seks lið eru í 1.- og 2. deild og tólv í alt í 3. deild. Kappast verður eisini í einari unglingadeild, men teir telva ikki í dag. Har stendur næstan á jøvnum millum Klaksvík og Havnina í oddanum.

Allir dystir í øllum deildum verða telvaðir í Miðnámi í Vestmanna í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Øll vanlig koronatilmæli skulu fylgjast, og tí er kanska at undrast á, at skipað verður fyri einum stórum felagsumfari, tá telvarar eftir førimuni skulu halda frástøðu.

Tá liðugt er í dag, er komið hálva leið í landskappingini. Tíggju umfør eru í alt. Dystirnir í sætta umfari eru ikki fyrr enn 10. januar 2021. Kappingin endar 13. mars næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder