Danska súkklufelagið hjá Torkil Veyhe er ikki longur við í kappingini um at vinna Tour de Normandie.
Tað gekk annars væl tríggjar teir fyrstu dagarnar, men í dag mátti maðurin hjá liðinum, sum súkklaði í gulu leiðslutroyggjuni geva upp og fara út kappingini.
Kappingin varð vunnin av norðmanninum Ole Forfang frá liðinum Joker Fuel. Hann og tveir aðrir sluppu undan restini av høvuðsbólkinum og hildu leiðsluna á mál. Forfang kom um strikuna 10 sekund framman fyri hinar báðar og 32 sekund framman fyri høvuðsbólkin, sum jagstraði útbrótararnar uttan at fáa teir aftur.
Harvið yvirtekur Ole Forfang eisini leiðsluna í kappingini og súkklar í tulu troyggjuni í morgin, sum aftur er ein harður teinur á 172 kilometrar úr Alençon til Bagnoles de L’Orne.
Í fyribils úrslitinum sæst, at Torkil Veyhe ikki var millum 100 teir fyrstu á mál. Riwal hevði bert tveir súkklarar við í høvuðsbólkinum, Jonas Aaen og Kim Magnusson, sum gjørdust ávikavist nummar 61 og 64.
- Ein lorta dagur
Tað var ein vónbrotin Torkil Veyhe, sum vit frættu frá eftir at hann var komin á mál.
- Hetta var ein lorta dagur, sigur hann.
Tað vísti seg, at Nicolai Brøchner hevði trupulleikar í knænum og megnaði ikki at fylgja við, og at enda mátti hann gevast, greiðir Torkil Veyhe frá. Ein annar av liðfeløgunum, Rasmus Bøgh, mátti eisini gevast og fara úr kappingini tíðliga á teininum í dag.
- Vit hava brúkt nógva orku til at verja gulu troyggjuna, og tí reyk Rasmus eisini. So nú eru vit bert fýra Riwal-súkklarar eftir í kappingini. Vit brúktu restina av degnum í dag til at halda Jonas Aaen og Kim Magnusson inni í spælinum. Tað eydnaðist, og vónandi kunnu teir gera ein vørr ein av komandi døgunum, sigur Torkil Veyhe.
- Vit fara í hvussu so er at royna at vinna ein tein afturat í kappingini, sigur Torkil Veyhe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald