Torkil Veyhe, sum seinastu sjey dagarnir hevur verið partur av súkklukappingini Tour de Normandie, endaði á einum samlaðum 67. plássi í kappingini.
Seinasti túrur varð súkklaður ídag úr Saint-Lô til Caen – teinurin var 150 kilometrar. Torkil royndi longu tíðliga í kappingini at sleppa avstað, og úrslitið av teirri royndini var, at hann vann sær nøkur stig í fjallakappingini, men teir vórðu skjótt heintaðir aftur.
- Og so var ikki nógv annað at gera enn at royna at hjálpa Tobias Kongstad framat, so hann kundi vera við í hópspurtinum móti endanum. Og so rullaði eg í mál, sigur Torkil Veyhe.
Hann gjørdist nummar 102 í dag, tríggjar og ein hálvan minutt eftir vinnaran.
Vinnari í dag gjørdist danin Johan Langballe, sum súkklar fyri gamla felagið hjá Torkili, Team Waoo. Teir vóru fýra í einum útbroti, og danin vann spurtin. Teir fýra komu á mál sjey sekund framman fyri tann stóra bólkin.
Norski Ole Forfang á Joker Fuel liðnum, sum súkklaði í gulu leiðslutroyggjuni, gjørdist samlaður vinnari av kappingini.
Samlað endaði Torkil á 67. plássi, 12 minuttir og 43 sekund eftir Ole Forfang. Í fjør gjørdist Torkil nummar 62 sum súkklari á Waoo-liðnum, men tá var hann næstan 14 minuttir eftir vinnaran.
Komandi uppgávan hjá Torkili verður komandi leygardag, tá hann verður við í Volta Limburg í Niðurlondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald