Annað

Torkil mátti gevast – raktur av sjúku

- Hetta hevur ikki verið mítt Tour of Norway, sigur føroyski súkklarin.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-02 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verður síðsta umfar í seks daga súkklukappingini Tour of Norway súkklað við byrjan í Gran og máli í Hønefoss, ein teinur á 175kilometrar.

Men føroyski súkklarin á danska Riwal Readynez liðnum, Torkil Veyhe, var bert við á teimum umleið 20 fyrstu kilometrunum. So valdi hann at fara av súkkluni og seta seg í fylgibilin.

- Eg eri blivin raktur av sjúku. Eg royndi í morgun at geva tí ein kjans, men har var einki at gera. Hetta hevur ikki verið mítt Tour of Norway, staðfestir hann.

Ikki tí, Torkil hevði ikki nógv at kappast um. Hann lá á triðseinasta plássi í samlaðu støðuni undan dagsins teini.

Eftir at hava gjørt nakrar royndir at sleppa avstað undan hinum í gjár, men hvørja ferð varð tikin aftur, misti hann loksins yvir 13 minuttir á teininum í gjár.

Tey sterku sprintaraliðini settu so nógva ferð á í eini brekku umleið 60 kilometrar fyri mál, at eg ikki megnaði at fylgja við, sigur hann.

Tour of Norway er nú blivið ein kapping millum tær báðar norsku súkklustjørnurnar, Edvald Boasson Hagen og Alexander Kristoff, sum báðir eru sterkir sprurtarar.

Í gjár var tað Kristoff, sum vann, og hann liggur nú eitt (bonus)sekund framman fyri Boasson Hagen í samlaðu støðuni undan síðstu kapping, so spenningurin er stórur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder