Í dag var danmarksmeistarakapping í tíðarkoyring á súkklu fyri lið. Og føroyski súkklarin kann nú kalla seg danmarkarmeistara, tí lið hansara, Riwal Readynez vann kappingina.
Súkklast skuldu góðar 47 kilometrar nærhendis Glyngøre uppi vil Limfjørðin. Seks súkklarar vóru á hvørjum liði.
Men eftir 16 kilometrar punkteraði súkklan hjá Torkili, so hann kundi ikki vera við í restini av kappingini. Men hinir fimm megnaðu at halda ferðini uppi, so at liðið kom í mál 20 sekund skjótari enn Team ColoQuick, sum gjørdist nummar tvey og 36 sekund framman fyri BHS-Almeborg Bornholm, sum gjørdist nummar trý.
Hóast Torkil ikki kom í mál saman við hinum, varð hann skrásettur fyri somu tíð og kundi fegnast um danmarksmeistaraheitið í tíðarkoyring fyri lið.
Tilsamans fimm lið vóru við í kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald