Annað

Torkil skal aftur stríðast móti teimum stóru

Kappingin De Brabantse Pijl verður í dag við føroyskari luttøku.

Tim Wellens vann belgiska semiklassikaran De Brabrantse Pijl í fjør (Mynd: EPA)

Tim Wellens vann belgiska semiklassikaran De Brabrantse Pijl í fjør (Mynd: EPA)

2019-04-17 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski súkklarin Torkil Veyhe skal aftur í dag út á belgisku landavegirnar í stríð fyri danska súkklulið sítt móti heimselituni.

Talan er um sokallaða semiklassikaran De Brabantse Pijl, sum hevur luttøku av fleiri av heimsins betu súkkluliðum, og har sokallað interkontinental lið, sum Riwal Deadynez hjá Torkil Veyhe eisini sleppur við.

Og Riwal hevur stórar ætlanir í dag sambært umrøðuni av kappingini, sum felagið hevur sent út frammanundan.

Í dag er tað Alexander Kamp, sum tað snýr seg um hjá monnunum á Riwal-liðnum. Kamp er í stórformi í løtuni, og vann Circuit des Ardennes um vikuskiftið.

- Vit hava veruliga sæð fram móti júst hesi kappingini, og vit hava eina trúgv upp á, at vit kunnu gera okkum galdandi í dag, sigur Michael Skelde, sum er ítróttarstjóri hjá Team Riwal Readynez.

- Okkum nýtist ikki at siga, at vit eru við bara fyri at vera við, tá vit veruliga vilja gera okkum galdandi í oddinum. Alexander Kamp súkklar veruliga gott í løtuni, og um hann tekur røttu avgerðirnar, so hevur hann veruliga møguliga at vinna kappingina, sigur ovastin fyri Riwal-liðið.

Annars eru tað súkklarar á World Tour liðnum, sum verða nevndir sum favorittar, so sum franski Julian Alaphilippe á QuickStep-liðnum, niðurlendski Mathieu van der Poel á Corendon-Circus-liðnum, italski Sonny Colbrelli á Bahrain-Merida og avstralski Michael Matthews á Tem Sunweb. Eisini vinnarin í fjør, belgiski Tim Wellens á Lotto Soudal er við.

De Brabrantse Pijl hevur verið súkklað síðan 1961. Vinnarar gjøgnum tíðina eru kend súkklunøvn sum t.d. Freddy Maertens, Eddy Merckx, Roger de Vlaeminck, Johan Museeuw, Oscar Freire og Philippe Gilbert. Teinurin í dag er 196,2 kilometrar langur.

Teir, sum súkkla á danska Team Riwal Readynez eru Nicolai Brøchner, Emil Vinjebo, Alexander Kamp, Andreas Stokbro, Torkil Veyhe, Jonas Aaen og Kim Magnusson.

Fylgjast kann við kappingini seinnapartin í dag á sjónvarpsrásini Eurosport 1 millum kl. 14.15 og 16.15 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder