Annað

Torkil súkklar í Ardennunum

- Her eru ov nógvar brekkur til mín, sigur føroyski súkklarin, hvørs uppgáva er at hjálpa liðfeløgunum.

2019-04-12 17:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur nú um vikuskiftið skal Føroya fremsti súkklari, Torkil Veyhe, royna seg í stórari súkklukapping.

Hesaferð er talan um Curcuit des Ardennes, sum er ein kapping í fronsku Ardennara-fjøllum heilt norður móti markinum til Belgia.

Fyrsti teinur, 188 kilometrar frá Neuvizy til Launois-sur-Vence, varð súkklaður í dag. Hetta er ein kapping í kategoriini 2.2, og talan er als ikki um somu mótstøðu, sum mikudagin, tá Torkil og liðfelagar hansara á Riwal liðnum súkklaðu móti fleiri av heimsins sterkastu súkklarum.

Kortini hevur Torkil ikki tær stóru vónirnar til egið úrslit í hesi kappingini. Hóast Torkil kemur úr einum fjallalandi, so eru brekkurnar ikki hansara sterkasta álopsvápn, og tí er tað aðrir súkklarar á liðnum, sum súkklast skal fyri hesaferð.

- Vit eru komin at súkkla fyri Alexander Kamp í hesi kappingini. Í dag var teinurin eitt sindur flatari, og tí varð dagurin avgjørdur í hópspurti, og her eydnaðist tað okkara spurtara, Nicolai Brøchner, at gerast nummar seks.

- Fyri mítt viðkomandi eru tað alt ov nógvar brekkur til, at eg megni at vera við í avgerðunum, so eg komi at hjálpa til har eg kann, skrivar Torkil Veyhe eftir at komið varð á mál í dag. 

Torkil kom í mál sum nummar 118, 7,33 minuttir eftir vinnaran og er nr. 112 í samlaðu støðuni.

Í morgin skulu teir súkkla 158 kilometrar og sunnudagin verða tvær kappingar. Fyrst ein stutt á 60 kilometrar, og so verður alt avgjørt í eini seinni kapping á 106 kilometrar.

(Broytt kl. 18.52)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder