Annað

Torkil Veyhe: - Í morgin ætli eg mær at royna

Tour de Normandie endar um vikuskiftið.

2019-03-29 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimti dagurin í norðurfronsku súkklukappingini í Normandínum í dag gjørdist ikki ein av teimum upplivingarríku hjá føroyska luttakaranum, Torkili Veyhe, á danska liðnum Riwal Readynez.

Eftir vónbrotið í gjár, tá teir máttu siga farvæl við tveir liðfelagar, teirra millum liðskiparan, sum súkklaði í gulu leiðslutroyggjuni, hendi ikki tað stóra í dag á teimum 172 kilometrunum frá Alencon Bagnoles de L’Orne.

- Okkara uppgáva var athalda Jonas Aaen og Kim Magnusson framat, so teir ikki mistu tíð í mun til favorittarnar, og tað gekk lættari enn væntað. Í fjør varð stórt trýst lagt á høvuðsbólkin á teimum seinastu umgangunum inni í málbýnum, men tað hendi ikki í dag, sigur Torkil Veyhe.

Ungverjin Barbabás Peák vann teinin í dag. Hann stakk av einsamallur, og kláraði um málstrikuna trý sekund áðrenn tann stóri høvuðsbólkurin kom.

Allir súkklararnir á liðnum hjá Torkili komu á mál við høvuðsbólkinum. Torkil gjørdist nummar 74 og liggur samlað nummar 68 4 minuttir og 4 sekund eftir norðmannin Ole Forfang, sum varðveitti samlaðu leiðsluna í kappingini.

Í morgin verður farið út á normandisku strondina, har súkklað verður norðureftir fram við sjóvarmálan. Hetta er ein teinur, har vindur kann spæla inn, og tí er eisini møguleiki fyri at bólkarnir fara at spjaðast, og eisini at onkur bólkur kann sleppa avstað og koma á mál langt framman fyri aðrar.

- Í morgin ætli eg mær so at vita, um tað ikki kann eydnast mær at sleppa avstað frá hinum. Teir fyrstu dagarnir vórðu harðir hjá okkum, og tí kom tað væl við, at vit kundu taka okkum av løttum í dag, sigur ein stríðsfúsur Torkil Veyhe.

Teinurin í morgin, tann næstsíðsti í kappingini, úr Gouville-sur-Mer til Martinvast er 159,5 kilometrar langur. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder