Aftur hesa vikuna súkklar føroyski súkklarin Torkil Veyhe móti nøkrum av teimum sterkastu súkklarunum í heiminum. Hann er ein av manningini á liðnum hjá Riwal Readynez, sum er bjóðað við til seks daga kappingina Tour of Norway.
Fyrsta umfar í dag var 168 kilometrar millum Stavanger og Egernsund. Kappingin endaði á einum heldur fløtum rundstrekki, og tí var teinurin eisini avgjørdur í einum hópspurti. Ungi niðurlendingurin hjá Sunweb-liðinum, Cees Bol, vann.
- Vit hava ongan sprintara á liðnum hesaferð, so vit royndu ikki at halda okkum frammi í dag. Uppgávan hjá okkum var, at teir av okkara, sum royna at gera seg galdandi í samlaðu støðuni, Alexander Kamp, Lucas Eriksson og Krister Hagen ikki mistu tíð, greiðir Torkil Veyhe frá.
Alexander Kamp misti nøkur tjúgu sekund í mun til vinnaran, men hinir báðir vóru við í fremsta trunkanum um málstrikuna.
- Mín uppgáva er at ansa eftir Kamp. Eg koyrdi hann fram til spurtin og rullaði so teir seinastu tríggjar kilometrarnar til málstrikuna, sigur Torkil Veyhe. Føroyingurin endaði sum nummar 112, 2 minuttir og 13 sekund eftir vinnaran.
Torkil Veyhe roknar við at teinurin í morgin – 174 kilometrar millum Kvinesdal og Mandal – verður líkur degnum í dag, og endar í hópspurti.
Hann avdúkar, at teinarnir 3, 5 og 6 eru meira áhugaverdir fyri hansara lið, og teir spæla sær við møguleikan um, at ein teirra kanska longu kann koma í leiðsluna á triðja teini hósdagin. Og fær liðið troyggjuna, so verður uppgávan hjá Torkild, trúgva hjálparanum, at liggja fremst í feltinum og seta ferðina. Tí ræður um ikki at brúka ov nógvar kreftir nú í byrjanini, sigur Torkil Veyhe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald