Annað

Torkil Veyhe er Ársins ÍtróttaNavn

Dreymaferðin heldur fram.

Eyðfinn Lenvig, pápi Torkil Veyhe tók, saman við Gunnari Dahl-Olsen, ímóti heiðrinum fyri sonin. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways handaði heiðursbræv og peningagávu (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðfinn Lenvig, pápi Torkil Veyhe tók, saman við Gunnari Dahl-Olsen, ímóti heiðrinum fyri sonin. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways handaði heiðursbræv og peningagávu (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-01 17:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

“Ferðin heldur fram – dreymaferðin hjá Torkil Veyhe”. Soleiðis byrjaði avdúkingin, tá Torkil Veyhe fekk heiðurin sum ársins ÍtróttaNavn. Á samkomu í Smæruni varð føroyski súkklarin kosin sum ársins føroyska ítróttanavn. Tað eru føroysk ítróttamiðlafólk, sum hava atkvøtt um hvør skuldi fáa heiðurin.

Torkil hevur gjøgnum ár og dag vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum í Føroyum, hevur vunnið gull, silvur og bronsu á Oyggjaleikunum, og súkklar í dag á høgum støði í Danmark.

Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapinginin Tour de Normandie endaði í Caen. Í juni fekk hann kanska sítt besta úrslit, tá hann gjørdist næstur um málstrikuna í fyrstu etapu av Ronde de l´Oise. Og í 2018 skrivaði Torkil undir sáttmála við PRO kontinentalliðið Riwal-CeramicSpeed.

Kendi fyrrverandi danski súkklarin Chris Anker Sørensen hevur sagt um Torkil, at hann er ein brølsterkur súkklari og at hann veruliga kann arbeiða fyri liðið.

Torkil Veyhe var ikki sjálvur til staðar at taka ímóti heiðrinum. Hann er í venjingarlegu í Spania, har hann saman við liði sínum fyrireikar seg til komandi kappingarár. Hann var tó við á sjónbandi, har hann takkaði fyri heiðurin.

Umframt heiðurin fekk Torkil Veyhe peiningagávu á 10.000 kr. frá Atlantic Airways.

Átakið "flogbørn" hjá Flogbóltssambandið Føroya gjørdist Ársins Átak, og Peter Hentze Niclasen fekk heiðursbræv Poul E. Petersens.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder