Annað

Torkil Veyhe heintaður stutt áðrenn málstrikuna men vann serliga troyggju

Luttekur í súkklukappingini Tour Alsace hesa vikuna.

2019-08-02 10:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Torkil Veyhe lá frammi stóran part av øðrum teini í súkklukappingini Tour Alsace, sum byrjaði mikukvøldið og endar sunnudagin.

Hann gjørdi vart við seg við at vera við í einum útbroti tað mesta av kappingini í gjár. Kappast var yvir 154 kilometrar á einum 22 kilometra rundstrekki við býin Selestat.

Talan var um ein flatan tein, sum var væl egnaður til Torkil. Hann greiðir soleiðis frá kappingini í gjár:

- Á stuttu tíðarkoyringini sunnukvøldið gjørdust vit nummar 16, og tað merkir eisini, at okkara hjálparbilur liggur rættiliga langt afturi í røðini. Í eini roynd at fáa bilin longur fram, hevði tað týdning, at vit komu í útbrot fyri at vinna nøkur eyka stig, og harvið hjálparbilin longur fram í bilarøðina.

- Tað eydnaðist mær at koma avstað saman við fimm øðrum. At enda vóru vit bert tveir eftir, men bert tríggjar kilometrar áðrenn mál, vórðu vit heintaðir av hinum súkklarunum.

Kappingin varð tí avgjørd í einum hópspurti, sum belgiarin Tim Merlier á Pauwels Sauzen-liðnum vann. Hesin sami liggur nú á odda í kappingini.

Torkil Veyhe kom inn á 91. plássi, men uttan at tapa tíð. Samanlagt liggur Torkil nú best av liðfeløgum sínum á 13. plássi, takkað verið bonussekundunum, hann vann sær í gjár.

Eitt nú vann Torkil ein serligt innlagdan spurt 70 kilometrar inni í kappingini, og tað merkir, at hann varð kallaður upp á pallin at fáa eina serliga bláa troyggju, sum hann skal súkkla í tá farið verður undir triðja tein í dag.

[object Object]Torkil Veyhe uttast til vinstru

Upp á Tour de France fjall
Eftir flata teinin í gjár, verður talan um eina munandi øðrvísi uppgávu í dag, tá súkklast skulu 143 kilometrar úr Vesoul upp á fjallið La Planche des Belles Filles.

Málstrikan er uppi á yvir 1.000 metra hædd uppi á fjallinum við serliga navninum, ið merkir ”Borðið hjá føgru kvinnunum”. Talan er um sama málfjall, sum varð brúkt á 6. teini í Tour de France í ár.

Hetta var ein teinur, sum belgiarin Tylan Teuns á Bahrain-Merida-liðnum vann, og har italski Giulio Ciccone frá Trek-Segafredo gjørdist nummar tvey og legði seg á odda í samlaðu kappingini um gulu leiðslutroyggjuna.

Torkil Veyhe roknar ikki sjálvur at fáa nakran leiklut í kappingini í dag. Brattar og drúgvar brekkur eru ikki hansara styrki. Í staðin satsar danska Riwal Readynez-liðið á Sindre Lunke og Andreas Kron, sum eru stinnari í slíkum lendi, sigur Torkil Veyhe. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder