Annað

Torkil Veyhe móti Chris Froome í Yorkshire hesa vikuna

Hevur fyrireikað seg til uppgávuna í vindtunnli í Onglandi.

(Mynd: letour.yorkshire.com)

(Mynd: letour.yorkshire.com)

2019-05-02 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein stór uppgáva bíðar føroyska súkklaranum, Torkili Veyhe, hesa vikuna. Hann er við á liðnum hjá Riwal Readynez í kappingini Tour de Yorkshire, sum gongur yvir fýra dagar, frá í dagtil sunnudagin.

Fleiri av teimum stóru World Tour liðunum eru við í hesi kappingini, og sostatt eisini fleiri av heimsins bestu súkklarum.

Og ein teirra, sum Torkil skal súkkla saman við og ímóti í dag, er sjálvasti Chris Froome, ein av heimsins bestu súkklarum yvirhøvur, sumhevur vunnið Tour de France fýra ferðir, Giro d’Italia eina ferð og Vuelta España eina ferð.

Chris Froome er skipari á liðnum, ið eitur Team Ineos, sum er nýggja navnið hjá bretska liðnum, sum annars hevur borið navnið Team Sky. Hetta verður fyrsta ferðin, at nýggja navnið á liðnum og nýggju reyðlittu troyggjurnar verða vístar fram fyri almenninginum.

Tour de Yorkshire er ein lutfalsliga nýggj kapping, hetta er fimtu ferð hon verður súkklað, men kortini ein væl umtókt kapping við nógvum áskoðarum við vegjaðaran.

Koyrt verður í einum øki við nógvum brekkum, hóast fyrsti teinurin í dag er á fløtum lendi.

Torkil Veyhe greiðir frá, at fyri Riwal Readynez er galdandi, at teir hava tikið fleiri lættar súkklarar við, sum eru sterkir í mótbrekku.

Ætlanin hjá danska súkkluliðnum er at hjálpa Alexander Kamp fram til eitt gott úrslit.

- Alexander er sera væl súkklandi fyri tíðina, og vit trúgva uppá, at hann veruliga hevur ein møguleika fyri at vinna.

- Mín uppgáva í dag verður ein ”Lars Bak-leiklutur”, sigur Torkil Veyhe og sipar til danska veteranin, sum nú súkklar fyri Team Dimension Data, og verður brúktur til at seta ferðina (pace) á teimum fløtu strekkjunum. Søgan um Lars Bak er eisini tann, at hóast hann verður mettur sum ein ógvuliga virðismikil súkklari, so vinnur hann nærum ongar kappingar. Lagnan hjá Torkili Veyhe sum professionellur súkklari kann saktans vísa seg at blíva hin sama. Styrkin hjá Torkili er at hjálpa øðrum á leiðini fram móti málinum, fyri so ikki at vera við, tá kappingin byrjar um at verða fyrstur um mállinjuna.

[object Object]Torkil Veyhe í vindtunlinum

Torkil er eisini væl fyrireikaður. Hesa vikuna hevur hann vant í vindtunnli í Onglandi fyri at gerast betri til tíðarkoyringarnar. Ikki tí at nøkur tíðarkoyring verður nú í Yorkshire, men tað verður tað seinni í mánaðinum, tá Torkil skal súkkla í Noregi.

Men teknikkurin, sum hann betrar í vindtunlinum, kemur honum eisini til góðar í teimum uppgávunum sum ígongdseti og lívd hjá Alexander Kamp hesa vikuna.

Tað er annars belgiarin Greg van Avermaet á liðnum CCC Team, sum eisini vann kappingina í fjør, sum verður mettur at hava besta møguleika at gerast samlaður vinnari aftur í ár.

Fyrsti teinur í dag er 182,5 kilometrar millum býirnar Doncaster og Selby. Talan er um eitt flatt strekki, og tí verður roknað við at teinurin verður avgjørdur í einum hópspurti. Millum kendu spurtararnar, sum eru við í kappingini, eru Mark Cavendish (Team Dimension Data) og Marcel Kittel (Team Katusha)

Til ber at fylgja súkklukappingini Tour de Yorkshire á TV2/Sport. Tey byrja at senda nú klokkan 13.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder