Annað

Torkil Veyhe støðgaður sum súkklari á hægsta stigi

Brúkar nú orkuna til at skriva ph.d..

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-13 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya fremsti súkklari, Torkil Veyhe, er nú støðgaður sum professionellur súkklari. Tað upplýsir hann fyri súkklumiðilinum feltet.dk.

Torkil hevur so at siga ikki verið við í kappingum í ár. Tá koronan brast á, var allar súkklukappingar avlýstar, og tá tað so spakuliga varð latið upp aftur fyri súkkling í heyst, valdi Torkil ikki at bjóða seg fram fyri danska lið sítt, Rival Securitas Cycling Team.

Liðið var tá komið í illa fyri fíggjarliga, at tað ikki hevði møguleika at rinda súkklarunum løn, og seinni hevur tað eisini boðað frá, at tað ikki kann halda fram á sama støði tá farið verður undir kappingar aftur.

Torkil valdi tí heldur at miðsavna seg um arbeiðið fyri stóru ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuna COWI, sum hann eisini arbeiðir fyri.

Torkil Veyhe hevur í fleiri ár verið heilt frammi á danska súkklupallinum, og hevur umboða professionellu feløgini ColoQuick, Team Waoo og seinast Riwal-Securitas.

Torkil fekk útbúgving sum verkfrøðingur í 2016, men valdi at satsa upp á súkklingina nøkur ár, hóast tað var honum greitt, hvørja yrkisleið hann fór at satsa uppá.

- Eg fekk møguleika at arbeiða sum verkfrøðingur í COWI í 2018, og fyritøkan hevur verið ógvuliga lagalig og loyvt mær at brúka tíðina upp á súkkling eisini, sigur Torkil Veyhe við feltet.dk.

Tá samfelagið lat aftur í vár, fekk hann høvi til at hugsavna seg um, hvat framtíðin skuldi bjóða, og í hesum sambandi stóð honum í boði at koma við í eina spennandi ph.d.-verkætlan.

Hann greiðir frá fyri feltet.dk, at hann altíð hevur verið áhugaður í viðgerð av dátum, og at hann nú fer at arbeiða í eini verkætlan, har hugt verður eftir hvussu weirar verða festir í betong.

- Talan er um eina verkætlan yvir trý ár, og eitt av krøvunum er, at eg ikki skal hava annað arbeiði, meðan arbeitt verður við verkætlanini, so tað var natúrligt fyri meg at velja súkklingina frá, sigur Torkil Veyhe, sum fyllir 31 ár nakað eftir nýggjár.

Herundir nakrar myndir av Torkil Veyhe úr savninum:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder