Fleiri professionel súkklulið hava tað trupult í hesum koronatíðum. Tað er eisini galdandi fyri fremsta professionalla danska liðið, Team Riwal Readynez, sum hevur føroyingin Torkil Veyhe millum súkklararnar.
Súkklararnir eru nú gingnir við til at løn ikki verður goldin frá 1. september og árið út. Pengarnir, sum skuldu verið brúktir til løn, verða nú brúktir til at senda súkklararnar út til kappingar í heyst.
Súkklutíðindasíðan feltet.dk hevur tosað við Torkil Veyhe fyri at frøtta um støðuna.
- Frá 1. september at rokna fáa vit onga løn. Tað er ein avtala millum liðið og súkklarnar, so at pengarnir kunnu brúkast til kappingar ístaðin. Hetta er ein semja, sum súkklararnir eru komnir fram til fyri at liðið ikki skal fara á húsagang, greiðir Torkil Veyhe frá.
Ekstra Bladet hevur tosað við stjóran á Riwal-liðnum, Steffen Kromann, sum fegnast um, at avtalan við súkklararnar gevur liðnum møguleika at halda fram árið út og halda gjørdar avtalur.
Sambært Riwal-stjóranum hevur koronafarsóttin kosta danska súkkluliðnum nógvar pengar. Stuðlar eru givnir, tí ongar súkklukappingar hava verið. Men higartil hevur liðið megnað at rinda lønirnar til súkklarnar.
Torkil Veyhe sigur við feltet.dk, at størstan týdning fyri súkklararnar er at bjarga ítróttini.
- Sjálvandi er tað ikki nakar, sum heldur at tað er stuttligt at skulu súkkla uttan at fáa løn, sigur hann.
Eftir ein støðg síðan mars, tekur Riwal Readynez-liðið uppaftur súkklingina nú um vikuskiftið, tá liðið tekur lut í fronsku súkklukappingini Route d’Occitanie. Team Riwal Readynez er eitt sokallað kontinental-lið, sum merkir, at tað er í næstbestu røð í Evropa. Men í kappingini um vikuskifti, skulu teir royna seg móti fleiri av teimum bestu World Tour-liðunum.
Torkil Veyhe er ikki millum teir sjey súkklararnar, sum eru við í fýra-daga kappingini, sum byrjar í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald