Annað

Tórshavn Marathon verður aftur 7. juni 2020

Atlantic Airways verður í 2020 eins og undanfarnu tvey árini aftur høvuðsstuðu.

Árni Olsen frá Atlantic Airways og Ann Thomsen frá Bragdinum

Árni Olsen frá Atlantic Airways og Ann Thomsen frá Bragdinum

2019-08-22 08:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ítróttafelagið Bragdið boðar nú frá, at Tórshavn Marathon næsta ár verður hildið sunnudagin 7. juni. Og tað verður aftur við føroyska tjóðarflogfelagnum sum høvuðsstuðli, og stóra rennitiltakið fær tí eisini navnið Atlantic Airways Tórshavn Marathon.

Hetta er størsta staka ítróttartiltakið, sum rennifelagið skipar fyri.

- Vit hava verið sera fegin um samstarvið við Atlantic Airways hesi bæði undanfarnu árini og fegnast sjálvsagt um, at tað kann halda fram. Fyri okkum er týdningarmikið at hava ein virknan høvuðsstuðul, sum saman við okkum kann marknaðarføra renningina og menna teir møguleikar, sum eitt marathon hevur, eitt nú innan ferðavinnu, sigur Ann Thomsen frá Bragdinum.

Millum 600 og 700 luttakarar plaga at vera til marathon, hálvmarathon og gangihálvmarathon, og áhugin fyri at koma til Føroya at renna er vaksandi.

- Tað er náttúrligt fyri okkum í Atlantic Airways at stuðla einum heilsugóðum, sjónligum og jaligum tiltaki, sum er við til at seta Føroyar á heimskortið. Atlantic Airways Tórshavn Marahon man teljast millum vakrastu renniteinar í heiminum, og frá einum ferðavinnuligum sjónarhorni gevur hendan stuðulsavtalan góða meining fyri okkum, sigur Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður sunnudagin 7. juni 2020. Tilmeldingin letur upp í september.

[object Object]
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder