Annað

Tórshavnar Marathon verður sunnudagin

Byrjað og endað verður á Vaglinum.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-29 21:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunnudagin 2. juni verður Tórshavnar Marathon. Talan er um eitt sera stórt tiltak.

Renningin verður skipað soleiðis, at gestir í býnum fáa eina stóra uppliving. Nógv undirhald og nógvir áskoðarar vera eisini í býnum. Byrjað og endað verður á Vaglinum.

Nógvir vegir eru stongdir í styttri og longri tíðarskeið henda dagin. Fyrstu vegirnir verða stongdir kl. 12.30, og onkrir vegir eru stongdir í 6,5 tímar, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Viðvíkjandi broytingum í Bussleiðini, hygg undir "Kunning" á www.torshavn.fo og á síðuna hjá Tórshavnar kommunu á Facebook.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder