Um vikuskifti bleiv skipa fyri 34 ára føðingardagskappingini í skeet hjá Sunda Byrsufelag.
Kappingina vann 23 ára gamli Tórur Fløtt, við at raka 53 útav 60 dúgvum í finaluni.
Hetta er samstundis nýtt føroyskt met í eini skeet finalu, hjá einum føroyskum skjútta, gamla metið varð 50.
Nummar tvey gjørdist Jóannis Joensen við 43 í finaluni, og nr. 3 bleiv Marius F. Joensen við 37 í finaluni.
Marius hevur verðið burturstaddur síðan februar mánað, men allíkavæl megnaði hann at vera bestur í innleiðandi umførunum við at skjóta 68 av teimum fyrstu 75 dúgvunum.
Øll úrslitini frá kappingini síggjast her
Tá Marius F. Joensen vann gull á oyggjaleikunum í Gibraltar í fjør, rakti hann 49 dúgvur í finaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald