Annað

Tórur tók metið á 400 metrum

Við tíðini 49,41 setti Tórur Mortensen í gjár føroyskt met. Hann eigur nú øll sprintmetini í Føroyum.

Tórur Mortensen á oyggjaleikunum á Gibraltar fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)

Tórur Mortensen á oyggjaleikunum á Gibraltar fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-14 19:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár var triðja umfar í Betri Stórkapping. Sprinteinurin hesaferð var 400 metrar og gjørdi Hvirlan eitt rimmar hál.

Fyrstur á mál var Tórur Mortensen við tíðini 49,41, sum er nýtt føroyskt met. Harvið hevur Tórur nú tikið øll sprintmetini í Føroyum og hevur met á teinum 60, 100, 200, 300 og 400. Eisini á stafettunum 4x100 og 4x400.

Harumframt hevur Tórur met á 110 metur rimarenning og trýstøkk. Tórur er fyrsti føroyingur sum hevur runnið 400 metur undir 50 sek

Nummar tvey, var Dánjal Dahl Ljósheim sum við tíðini 51,69 kláraði kravtíðina til Oyggjaleikir.

Metini sum Tórur eigur í løtuni:

Uttandura:
• 100 m: 11,12 sek (2019)
• 200 m: 22,43 sek (2019)
• 300 m: 36,14 sek (2019)
• 400 m: 49,41 m (2020)
• Trýstøkk: 15,03 m (2016)
• 4x100 m: 45,18 sek (2019) (saman við Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim og Miso Buha)
• 4x400 m: 3 min 37,05 sek (2019) (saman við Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim og Miso Buha)

Innandura:
• 60 m: 7,09 sek (2018)
• Trýstøkk: 14,78 m (2017)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder