Tottenham og Leeds settu gongd á fyrsta Premier League-leygardagin í nýggja árinum. Tað var lív í frá byrjan í London. Dysturin bylgjaði báðar vegir, og bæði liðini komu til góðar støður. Tað lá tó eitt sindur meira til eitt mál til heimaliðið, og stutt fyri at hálvur tími var leiktur, varð Stephen Bergwijn koyrdur um koll. Niðurlendingurin var beint innanfyri brotsteigin, og úr ellivu metrum var Harry Kane sum vanligt ísakaldur.
Beint fyri hálvleik var tað maðurin við 10-talinum á rygginum, ið legði upp. Hann fekk fatur á bóltinum eftir enn eitt Leeds-mistak í upppsælinum, og fann síðani væl Son, tá suðurkoreanarin rann innum verjuna hjá Leeds og nummar sjey hjá Tottenham var tryggur í skotinum. Harvið samstarvaður Kane og Son aftur væl, og heimaliðið tók eina góða leiðslu inn til hálvleiks. Fimm minuttir eftir steðgin varð hon økt. Tá var tað Son, ið legði upp. Toby Alderweireld kastaði seg fram til hornasparkið, og belgiski verjuleikarin stútaði bóltin í málið til 3-0.
Eftir hetta fór nakað av lívi úr dystinum, hóast Leeds framvegis royndi, og Tottenham hevði góðar støður til at økja. Trý trygg stig til Tottenham móti einum liðið, ið hevði bóltin 65 prosent av tíðini, men sum ikki megnaði at skaka London-felagið, ið stríðist í oddinum. Nú eru Mourinho og hansara menn á 29 stigum, eins og Leicester og Everton. Bielsa og Leeds eru á 11. plássi.
Venjararnir úr ávíkavist Portugal og Argentina, ið hava heilt ymiskan leikhátt (Mynd: EPA)
Premier League
17. umfar - 2. januar
Tottenham - Leeds 3-0 (2-0)
29' Harry Kane (br.) 1-0
43' Heung-Min Son 2-0
50' Toby Alderweireld 3-0
15.00: Crystal Palace - Sheffield United
17.30: Brighton - Wolves
20.00: West Bromwich - Arsenal
í gjár - 1. januar
Everton - West Ham 1-0 (0-0)
86' Tomas Soucek
Manchester United - Aston Villa 2-1 (1-0)
40' Anthony Martial 1-0
58' Bertrand Traore 1-1
61' Bruno Fernandes 2-1 (br.)
Støðan - flestu liðini hava nú spælt 16 dystir
1. Liverpool 33 stig
2. Manchester United 33 stig
3. Tottenham 29 stig
4. Leicester 29 stig
5. Everton 29 stig
6. Chelsea 26 stig
7. Aston Villa 26 stig *
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig
10. West Ham 26 stig **
11. Leeds 23 stig ***
12. Wolves 21 stig
13. Arsenal 20 stig
14. Newcastle 18 stig *
15. Crystal Palace 19 stig
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 13 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig
*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri
*** Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald