Hetta verður longu tólvta ferðin hesin túrur verður runnin. Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Tí er avgjørt at skipa fyri túrinum aftur Jólaaftan 2019.
Veðrið ráða vit ikki yvir, og er tað tí altíð spennandi at frætta hvat veðurgudarnir borðreiða við av veðri Jólaftansmorgun, men sum forsøgnin sær út í løtuni, so verður sera gott renniveður. Mestsum stilli og eitt sindur køli, men ongin kavi - tíverri.
Runnið verður frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Teinurin er 11,7 km. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping. Um onkur ætlar at renna styttri og ikki dámar at renna gjøgnum tunnilin, so ber til at byrja uttanfyri tunnilsmunnan í Haraldsundi. Tann teinurin er 6,2 kilometrar.
Byrja verður frá kirkjuni í Kunoy umleið kl. 9.30, soleiðis at øll hava góða tíð til at vera heima aftur áðrenn døgverða. Eftir renningina bjóðar Treysti til morgunmat hjá Amarant í Klingrugarði, har allir luttakarar er vælkomnir, at fáa sær ein bita og renniprát, áðrenn tey fara heim aftur at stakast víðari til jóla.
Luttakararnir verða bidnir um at møta við Badmintonhøllina har bussurin koyrir frá kl.8.45. Øll eru vælkomin at luttaka. Minnist til endurskinsvest og pannulyktina.
Treysti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald