Annað

Triðja Yonex Junior Faroe Islands Open í Havn

Seinasta vikuskifti var badmintonhøllin í Havn karmur um badmintonkapping fyri U13 og U15-leikarum.

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2019-05-31 21:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 25. og 26. mai var kappingin YONEX Junior Faroe Islands Open hildin í badmintonhøllini í Havn.

Hetta var triðja árið á rað, at skipað varð fyri hesari kappingini.

Leikt varð í aldursbólkunum U13 og U15. Umframt heimligu leikararnar, vóru eisini 9 leikarar úr Badmintonfelagnum á Akranesi í Íslandi við.

Leygardagin skuldi kappast í einmansleiki hjá gentum og dreingjum, og sunnudagin var tvímansleikur og blandaður tvímansleikur á skránni.

Serliga sunnudagurin varð drúgvur. Dystirnir vóru sera tættir, og í fleiri førum endaði tað við, at vinnarin ikki varð funnin, fyrr enn trý sett vórðu spæld.

Umframt heiðursmerki fingu vinnararnir eisini gávu frá YONEX.

Úrslitini í kappingini gjørdust hesi:

U13A - einmansleikur dreingir
1. Leiki Dal-Christiansen, HBF
2. Alexandur Ellefsen, HBF
3. Jaspur Jacobsen og Aron Rognsoy, HBF

U13A - tvímansleikur dreingir
1. Aron Rognsoy/Rókur W. Ólason, HBF
2. Rúni S. Vang/Alexandur Ellefsen, HBF
3. Ísólfur D. Ragnarsson/Hilmar V. Ágústsson, ÍA

U13M - einmansleikur dreingir
1. Arnar Freyr Fannarsson, ÍA
2. Kristoffur Samuelsen, HBF
3. Markus Bjarnason, HBF og Sjúrður Elias H. Eysturoy, HBF

U13M - einmansleikur gentur
1. Fríða Magnussen, ÍF
2. Julianna í Heiðunum, HBF
3. Eira Á. Petersen og Birna K. Jacobsen, HBF

U13M - tvímansleikur dreingir
1. Kristoffur Samuelsen/Markus Bjarnasson, HBF
2. Christian Berg Petersen/Jaspur Jacobsen, HBF
3. Arnar Freyr Fannarsson/Arnór Valur Ágústsson, ÍA og Dávid Syderbø/Leiki Dal Christiansen, HBF

U13M - tvímansleikur gentur
1. Julia Jacobsen/Fríða Magnussen, ÍF
2. Sólja J. Petersen/Marta Nesá, ÍF
3. Bjarta av Vollanum/ Eira Á. Petersen, HBF og EyðL. Debess/Julianna í Heiðunum, HBF

U13M - Blandaður tvímansleikur
1. Birna K. Jacobsen/Sjúrður Elias H. Eysturoy, HBF
2. Sólja J. Petersen/Fríða Magnussen, ÍF
3. Tóki Yngvason/Julianna í Heiðunum, HBF og Arnar Freyr Fannarsson/Sóley Birita Grímsdóttir, ÍA

U15A - einmansleikur dreingir
1. Dávid F. Berg, HBF
2. David Sørensen, HBF
3. Rógvi Bertholdsen, KBF og Daniel Darri Ragnarsson, ÍA

U15M - einmansleikur dreingir
1. Bjarti S. Vang, HBF
2. Einar Óli Guðbjørnsson, ÍA
3. Máni Berg Ellertsson, ÍA og Leivur Joensen, KBF

U15M - einmansleikur gentur
1. Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Maria Rún Ellertsdóttir, ÍA
3. Mia Thorkildshøj, HBF og Rakul Sørensen, ÍF

U15M - tvímansleikur dreingir
1. Aron Á Reynatrøð, ÍF/Leivur Joensen, KBF
2. Máni Berg Ellertsson/Einar Óli Guðbjørnsson, ÍA
3. Bjarti Samson Vang/Asbjørn Heide Olsen, HBF og Dávid Flagstad Berg/David Sørensen, HBF

U15M - tvímansleikur gentur
1. Mia Thorkildshøj/Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Oddbjørg Í Buð Justinussen/Ranja Joensen, KBF
3. Maria Rún Ellertsdóttir/Sóley Birita Grímsdóttir, ÍA og Birita Weihe Thomassen, HBF/Miriam Hávarsá, KBF

U15M - blandaður tvímansleikur
1. Bjarti Samson Vang/Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Mia Torkildshøj, HBF/Leivur Joensen, KBF
3. Maria Rún Ellertsdóttir/Máni Berg Ellertsson, ÍA og Asbjørn Heide Olsen, HBF/Miriam Hávarsá, KBF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder