Annað

Tríggir feitir sigrar

Triðja umfar av MET MTB kappingini 2023 var skipað í gjár. Síðsta vikuskifti var tað Havnardalur, ið var karmur um kappingina. Í gjár var tað Hoydalar.

2023-11-20 13:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Veðrið var so sum so í høvuðsstaðnum, men ikki í Hoydølum. Har er altíð gott veður.

Uppskriftin var hin sama sum í fyrstu og aðru kappingini. Súkklarar koyra á einum teini, ið ikki er ov tekniskt krevjandi, og koyrt verður ikki ov langt og leingi. Aftur sunnudagin varð koyrt í ein hálvan tíma.

Teinurin var góðar 2 kilometrar til longdar.

Ikki tekniskt, men harafturímóti vóru hørð strekkir á teininum at traðka. Og hart, eftirsum Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag eisini hevði skipað fyri venjingarlegu hetta vikuskifti, og tí at MET3 var seinasta "venjingin" á venjingarleguni.

Harða strekkið var frá Sanatoriivegi, og síðan eftir gøtuni inni í viðalundini niðan á gonguteinin yvir til Skraddaragøtu.

Hóast stutt, so bleiv lagt hart "frá landi". Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen gjørdu alt fyri at sleppa frá hinum - og hvør øðrum. Gunnar helt tørn eina løtu, men aftur hesa ferð var Jákup Petur í einum klassa fyri seg.

Hóast nógva renning, svimjing og styrkivenjing í vikuskiftinum, so sá hetta ikki út til at troytta vinnaran. Eftir tvey umfør misti Gunnar, og Jákup Petur økti og økti aftur til hinar.

Tríggjar kappingar, og tríggir feitir sigrar.

Spenningurin um fyrsta plássið hvarv, men ikki um triðja plássið. Bartal í Gongini og Rúni Juul fylgdust gjøgnum alla kappingina. Onkuntíð økti Bartal aftur til Rúna, men løtu seinni megnaði Rúni at hála inn aftur á Bartal, og sostatt at leggja seg "upp á hjul" í mótvindinum yvir móti Boðanesi.

Spenningurin øktist, nú tað styttist til síðsta umfar. Tað var ikki fyrr enn tá seinastu metrarnar á mál skuldu traðkast, at avgerðin fall. Bartal átti munin og vann sær sostatt bronsu.

MET MTB kappingin 2023, úrslit MET3:

1. Jákup Petur Eliassen

2. Gunnar Dahl-Olsen

3. Bartal í Gongini

4. Rúni Juul

5. Evald Rasmussen

Hetta var triðja av fimm kappingum. Næsta, og fjórða, kapping verður komandi sunnudag, og tá verður tað aftur í Havnardali at fjallasúkklarar fara at kappast. Eins og í hinum kappingunum byrjar kappingin kl 14. Luttakarar skulu møta kl 13.30 við P-økið við fríøkið í Havnardali.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder