Fótbóltur

Tríggir sessir fyri vali – níggju bjóða seg fram

Leygardagin 18. februar verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya, har m.a. val til starvsnevndina er á skránni.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-02-11 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin í komandi viku, 18. februar klokkan 13, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum á Tórsvølli.

Á aðalfundinum hesaferð er millum annað val til starvsnevndina á skránni, og tá freistin at stilla upp var úti á midnatt mikukvøldið, høvdu níggju persónar – tvær kvinnur og sjey menn – bjóðað seg fram til teir tríggjar sessirnar, ið standa fyri vali hesaferð, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.

Tey níggju, sum eru uppstillaði, eru Anja Rein, Bjarni Prior, Dánial Hansen, Fróði Danielsen, Heri á Rógvi, Kristmund Johannessen, Kristoffur Vidtfeldt, Maria Jóhannusardóttir Joensen og Ólavur Larsen.

Til komandi aðalfund er uppskot um, at viðtøkurnar fyri FSF verða broyttar soleiðis, at verandi starvsnevnd verður lækkað úr átta niður í sjey nevndarlimir, og at bæði kynini skulu vera umboðað.

Aðalfundurin komandi leygardag er aðalfundur numar 45, síðan FSF varð sett á stovn 13. januar í 1979.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder