Fótbóltur

Tríggir spælarar hjá B36 í sóttarhald

Tilburður av koronu er staðfestur tætt at besta manshópinum hjá B36. Tað hevur við sær, at liðið verður uttan Mathias Thrane, Lukas Enevoldsen og Sebastian Pingel í morgin.

B36 uttan millum annað Lukas Enevoldsen í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

B36 uttan millum annað Lukas Enevoldsen í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-15 18:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Korona ávirkar besta manshópin hjá B36, og liðið verður uttan tríggjar leikarar í morgin, tá teir hvítu fáa vitjan av 07 Vestur á Tórsvølli.

Ein tilburður av korona er staðfestur tætt hópinum, og teir tríggir Mathias Thrane, Lukas Enevoldsen og Sebastian Pingel eru settir í sóttarhald komandi dagarnar.

Pingel er skaddur, so hann hevði kortini ikki verið við í dystinum.

- B36 hevur verið í sambandi við landslæknan, og hava vit alt fyri eitt tikið neyðug atlit og gjørt neyðugar korona-kanningar, so vit kunnu staðfesta, um smittan er avbyrgd, sigur felagið á heimasíðuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder