Annað

Tríggir svimjarar til HM í Gwangju

Signhild Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm úttikin.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-07 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur avgjørt at taka út tríggjar svimjarar til HM í svimjing á langgeil, sum verður í Gwangju í Suðurkorea 21. til 28. juli.

Svimjing.com skrivar, at teir tríggir svimjararnir eru Signhild Joensen (2000) úr Ægir og Óli Mortensen (1996) og Alvi Hjelm (1996), báðir úr Havnar Svimjifelag

Signhild og Óli hava klárað ásettu kravtíðir til hesa stevnu, meðan Alvi er eyka úttikin vegna góð úrslit í hesi svimjihálvu.

Ferðaleiðari á túrinum verður Lis Gøthe í Jákupsstovu, og venjari Juan Jaime Arroyo Toledo. Afturat teimum verður formaðurin í svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, við á ferðini vegna aðalfund í altjóða svimjisamgonguni FINA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder