Føroyar taptu á Malta í gjárkvøldið eftir ein heldur løgnan dyst og eitt væl undir miðal avrik. Niðurtúrurin á Ta' Qali kom í einum 2-1 dysti; hetta var sama úrslit sum í hinum báðum dystunum í bólki bólki F
Sí myndir frá dystinum
Norra var ikki langt frá at fáa stig í Spania. Heimaliðið kom annars á odda eftir eitt korter. Í 2. hálvleiki fingu liðini eitt brotsspark hvør. Fyrst javnaði Joshua King úr ellivu metru, men fimm minuttir seinni avgjørdi spanski liðskiparin, Sergio Ramos, dystin við køldum brotssparki.
Á Friends Arena í Stockholm vann HM-kvartfinalisturin. Svøríki skoraði tvær ferðir stutt fyri hálvleik. Rumenia svaraði aftur í 58. minutti, men í tætta dystinum vóru sviar omaná. Rumenia skal royna at fáa sínu fyrstu stig í undankappingini í Cluj týskvøldið, tá Føroyar eru á vitjan.
Bólkur F:
Malta - Føroyar 2-1 (1-0)
Svøríki - Rumenia 2-1 (2-0)
Spania - Norra 2-1
Í hinum fimm dystunum var sum so einki yvirraskilsi:
Bólkur D:
14.00: Georgia - Sveis 0-2
17.00: Gibraltar - Írland 0-1
Bólkur J:
Bosnia - Armenia 2-1
Italia - Finnland 2-0
Liktinstein - Grikkaland 0-2
Í kvøld eru tíggu dystir á skránni - tað eru bólkarnir C, E, G og I sum verða í gongd. Klárt størsti dysturin er tann í bólki C, har Holland tekur ímóti arvafíggindanum Týsklandi.
Fótbóltur
Tríggjar ferðir 2-1 í okkara bólki
Heimaliðini vunnu øll teprar sigrar í gjárkvøldið.
Malta var eitt av trimum liðum í bólki F, ið vann 2-1 í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
2019-03-24 13:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald