2019-03-28 08:19
Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða um vikuskiftið í Bylgjuni í Runavík. Leygarmorgunin verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, seinnapartin leygardagin og sunnudagin eru framsýningarnar við liðum frá 1. flokki og uppeftir.
Felagið hevur fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, ung og eldri breiddarlið í rútmu og reiðskapi, tricking, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningini verða merki og ídnisprógv handað.
Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald