Hondbóltur

Tróndur skal spæla í bestu norsku deildini næsta kappingarár

Havnarmaðurin hevur skorað yvir sjey mál í miðal í næstbestu deildini hetta kappingarárið. 22-ára gamli bakkurin skal í summar taka fetið upp, og landsliðsspælarin gerst liðfelagið við Helga Hoydal og Paula Mittún.

Tróndur Mikkelsen fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot á landsliðnum í fjør, og er í gongd við eitt fráíkt kappingarár í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Tróndur Mikkelsen fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot á landsliðnum í fjør, og er í gongd við eitt fráíkt kappingarár í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-15 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Etter 2 sesonger i Stavanger hvor jeg har trivdes veldig bra og har hatt mine beste håndball år, er jeg nå klar for at ta steget videre. Jeg er takknemlig for oppholdet mitt i Stavanger og ønsker klubben lykke til videre. Heldigvis er det ikke over ennå, og vi har kamper som skal vinnes i år.

Hetta sigur Tróndur Mikkelsen við heimasíðuna hjá Ryger Håndbolt í dag, í samband við at tað verður almannakunngjørt, at hann frá í summar skal spæla fyri Kristiansand.

Vinstri bakkurin kom til Stavanger at spæla hondbólt í 2021, eftir at neistamaðurin hevði roynt seg í Danmark fyrst. Síðsta kappingarár skoraði hann 124 mál, 6,2 í miðal, og higartil í ár hevur Tróndur skotið 110 mál fyri Ryger Håndbolt. Hetta svarar til eitt ógvuliga høgt miðaltal: 7,3 fyri hvønn dyst.

Heimasíðan rygerhk.no skrivar, at 22-ára gamli havnarmaðurin hevur verið ein av teimum bestu spælarunum í 1. divisjon. Tað er ósannlíkt, at Ryger flytir upp úr næstbestu deildini, men nú er greitt, at Tróndur Mikkelsen fer at spæla í
Rema 1000 deildini.

[object Object]
Tróndur hevur verið ein ógvuliga týdningarmikil spælari hjá Ryger (Mynd: rygerhk.no)

Hetta skilja tey í Stavenger-felagnum væl, tí tað er greitt, at Tróndur hevur evnini og viljan at spæla á hægri støðu. 

-  Sånn er håndballen og selv om vi helst skulle hatt Trondur i Stavanger enda lengre er vi takknemlig for de to årene vi fikk og ikke minst er det utrolig kjekt å se at han i vår klubb har hatt en så god utvikling at han både er etablert på det færøyske landslaget og nå tar steget opp i Rema 1000 ligaen.

Tróndur Mikkelsen fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot á A-landsliðnum í fjør, tá hann millum annað skoraði nógv mál í HM-undankappingardystunum í Føroyum. Eins og í Ryger, tók ungi bakspælarin ábyrgd, tá aðrir ikki vóru við, og nú skal kraftmikli maðurin royna at taka nøkur fet frameftir.

Í Kristiansand verður Tróndur liðfelagi við Helga Hildarsson Hoydal, ið eisini hevur eina fortíð í Stavanger, og Paula Mittún.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder